JN

Landsverk fær góð skoðsmál frá borgarum

...

2015-03-18 17:53 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

KANNING: Ein spildurnýggj kanning hjá Gallup Føroyar vísir, at borgararnir sum heild eru væl nøgdir við, hvussu Landsverk loysir álagdar uppgávur. ??t av 7,0 møguligum stigum liggur nøgdsemið í allar flestu førum millum 5,0 og 6,0 í miðal.


Sum almennur myndugleiki, tænastuveitari og arbeiðspláss kann tað vera gagnligt innímillum at spyrja brúkararnar, hvat teir halda um støðið á eins tænastum og fáa íblástur til, hvussu uppgávurnar kunnu loysast enn betri. Hetta kann vera til gagns fyri bæði brúkarar og samfelagið annars.

Landsverk hevur síðani 2008 við jøvnum millumbilum gjørt nøgdsemiskanningar fyri at hava fingurin á pulsinum við, hvussu nøgdir ella ónøgdir borgararnir eru við virksemið hjá stovninum, og hvat møguliga ber til at bøta um.

Ein nýggj kanning er júst gjørd, har Gallup hevur spurt 545 borgarar um alt landið, ið eru umboðandi fyri allar føroyingar, hvussu teir sum heild eru nøgdir við stovnin. Her er miðalkarakterurin fyri nøgdsemið 5,3 av 7,0 møguligum. Størst er nøgdsemið í Norður- og Suðurstreymoy, men munurin er lítil og eingin millum økini.

Fyri røktina av infrakervinum er miðalkarakterurin 5,2 og fyri kavarudding 5,5. Tá ræður um framleiðslu av gróti, skervi og asfalti, er karakterurin í miðal 5,0. Skoðsmálið um veðurfráboðanir er í miðal 5,8. Her geva vágafólk besta karakterin, sum er 6,0.

Meira enn helmingurin av teimum spurdu ??? 55 prosent ??? halda, at trygdin á vegunum millum bygdir sum heild er vorðin betri seinastu 5 árini. Sama talið fyri tunlar er 50 prosent. Hetta kundi bent á, at tey ferðslutrygdartiltøk, sum Landsverk hevur framt seinnu árini ??? serliga við útsett vegamót og í tunlum ??? hava havt við sær, at bilførarar kenna seg tryggari.

Hinvegin halda bert 29 prosent av bilførararunum, at góðskan á asfaltinum á landsvegunum er batnað, meðan 45 prosent siga, at støðan er óbroytt, og 21 prosent av teimum spurdu siga seg ikki vita. Til hetta er at siga, at játtanin til asfalt er alsamt skerd seinnu árini, og tað er sjálvandi farið at merkjast á vegakervinum við asfaltsliti.

Viðvíkjandi skeltingini á landsvegakervinum uppliva 35 prosent, at støðan er betri í dag, enn hon var fyri fimm árum síðani. 54 prosent halda støðuna vera óbroytta.

Upp á spurningin hvussu lætt tað er at koma í samband við starvsfólk á Landsverki, tá tørvur er á hesum, geva tey spurdu miðalkarakterin 5,3. Eisini halda tey, at starvsfólkini eru væl fyri fakliga. Her er miðalkarakterurin 5,5, meðan starvsfólkini skora 5,6 í miðal fyri at vera beinasom.

Eisini fyri kunningina hjá stovninum er karakterurin høgur. Í miðal 5,6 av 7,0 møguligum. Nógv hava eisini lagt merki til filmarnar um ferðslutrygd, sum eru gjørdir seinastu 2 árini og hava verið vístir í sjónvarpi og á netinum. Heili 367 av 545 ??? svarandi til 67 prosent ??? siga seg hava sæð filmarnar. Upp á spurningin um hetta fær tey til at koyra við meira umhugsni, er miðaltalið 4,9 av 7,0.

Kanningin, sum Landsverk hevur bílagt frá Gallup Føroyar, er gjørd við telefonuppringinum í tíðarskeiðinum 10.-25. februar 2015.

Um nakar ynskir at vita meira um Gallup-kanningina av Landsverki, kann viðkomandi venda sær til samskiftistænastuna á tlf. 290804/805.




Hendan talvan vísir nøgdsemið á einum stiga fra 1-7 til spurningin um, hvussu samd tey spurdu eru í hesari útsøgn, "Sum heild eri eg nøgd ella nøgdur við Landsverk." Á talvuni sæst, at miðal nøgdsemið við Landsverk er 5,3 av 7,0 møguligum (Kelda: Gallup Føroyar)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder