2016-10-28 12:58
VETRARHALD: Veturin nærkast í hvørjum, og bilarnir eiga nú at vera skøddir hareftir. Sambært hagtølum hjá Landsverki var fyrsti hálkudagur í fjør tann 24. oktober. Eins og undanfarin ár hevur Landsverk brynjað seg til veturin, og vetrarliðið hjá stovninum er til reiðar at fara út við maskinum og saltbilum, tá boð er eftir teimum.
Á hvørjum ári hittast arbeiðsfólkini í vetrarhaldinum hjá Landsverki kring landið til ein vetrarfund, har skrásett hagtøl fyri veturin verða lýst, og tað praktiska í sambandi við kavarudding og salting verður umrøtt.
Hagtøl aftur í tíðina vísa, at hálka oftani kemur fyri longu í september og oktober mánaða, og kann koma fyri langt út í apríl og enntá mai. Í vetrarhaldinum uppliva tey oftani, at fyrsta hálkan kemur óvart á.
- Bilførarar verða ofta tiknir av bóli av fyrstu hálkuni ella kavanum, og alt ov nógvir bilar eru ikki nóg væl skøddir, tá hetta hendir. Tað sóu vit eisini síðsta vetur, og av tí sama vóru fleiri minni ferðsluóhapp og skaðar, sigur Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki í Norðurøkinum.
Eitt annað eyðkenni fyri seinasta vetur var kuldin. Fleiri ferðir fór hitin niður um frostmarkið, niður í 5-6 kuldastig, so veturin var kaldari enn árini frammanundan við fleiri samanhangandi hálkudøgum. Serliga í tíðarskeiðnum frá 18. november til 10. mars.
Fyri seinasta vetur vísa hagtølini annars, at fyrsti hálkudagur var 24. oktober. Tá var vandi fyri hálku á Vestmannavegnum, Oyggjarvegnum, Millum Fjarða og við Skálafjørðin. Hendan dagin vóru 2,6 tons av salti stroydd á teir vegateinarnar. Seinasti hálkudagur var 27. apríl.
Samanlagt vóru tað 114 hálkudagar, og til at basa hesum hálkudøgum nýtti Landsverk 3.468 tons av vegsalti og 822 rúmmetrar av lakasalti. Kavaruddingin kostaði tilsamans 5,1 mió. krónur, meðan saltnýtslan kostaði 4,8 mió. krónur. Tað vil siga í alt 10,5 mió. krónur, ið er á leið tað sama, sum seinastu vetrarnar hava kostað í kavarudding. Veturin 2015-16 var sostatt ein kaldur vetur við nógvum samanhangandi hálkudøgum. men tó ein friðaligur vetur við minni vindi og færri hvirlum.
Fyrsti hálkudagur var 24. oktober og seinasti 28. apríl. Samanlagt 114 hálkudagar, 3.468 tons av salti og 822 m3 av lakasalti.
Saltnýtslan økist ár um ár. Eisini sæst, at nógvir hálkudagar vóru í fjør í mun til undanfarin ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald