JN

Landsstýrismaðurin setur hakan í fyri nýggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum

....

2015-02-20 20:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Mánadagin 23. februar fer Karsten Hansen, landsstýrismaður, at seta hakan í fyri nýggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum, sum kemur at standa frammanfyri núverandi grøna bygningin oman móti sjónum.

Í hesum sambandi verður alment hátíðarhald frá klokkan 15.

Verkætlanin fevnir millum annað um nýggjan psykiatriskan depil, nýggjar seingjadeildir og burðarstovur, og nýggj høli til rehabilitering.

Tá nýggi bygningurin verður tikin í nýtslu er ætlanin, at ein stórur partur av virkseminum hjá Landssjúkrahúsinum omanfyri J.C. Svabosgøtu verður lagt niður. Á hendan hátt verður virksemið á sjúkrahúsinum savnað.

Byggingin av nýggja H-bygninginum verður ætlandi liðug í 2019. Les meira um útbyggingina her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder