2018-11-29 08:34
Fyrradagin var Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum á stovnsvitjan á Landsverki.
Ewald Kjølbro, stjóri og deildarleiðarar greiddu frá nógva og víðfevnda virkseminum hjá Landsverki, og landsstýrismaðurin fekk høvi til at heilsa upp á øll starvsfólkini í fyrisitingini.
Landsstýrismaðurin hevur eisini verið á stovnsvitjan hjá Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum, ALS og Akstovuni. Í næstum verður farið til Tvøroyrar at vitja Strandferðsluna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald