??tlanir Fólkafloksins síggjast longu í íbúðarmálum, har privatir skulu sleppa at byggja íbúðir í Havn fyri okursprís, meðan Bústaðir bara skulu byggja á bygd ella í útjaðaranum, har ein ávísur váði er.
Eftir umleið fimm árum hava Bústaðir bygt og útvegað áleið 340 leiguíbúðir, og meiri enn 170 leigu- og lutaíbúðir eru í gerð runt landið og í Havn.
Hetta er fyrstu ferð, at tað veruliga er eydnast at byggja leiguíbúðir á einum skipaðum leigumarknaði, har leigarar kunnu kenna seg tryggar. Bíðilistin hjá Bústøðum, sum telur fleiri enn 2.000 limir, prógvar samstundis, at áhugin at fáa eina íbúð hjá Bústøðum er ovurstórur.
Men nú er vandi á ferð, tí ivasamt er, um nýggja landsstýrissamgongan fer at veita Bústøðum heimild at læna 250 milliónir krónur, sum verða lántar við trygd í teimum íbúðum, Bústaðir byggja.
Ein meiriluti í Trivnaðarnevndini hjá løgtinginum, sum er samgonguflokkarnir, tekur ikki undir við uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldisflokkinum um fíggingarheimildina. Tvørturímóti royna umboðini fyri Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin at draga málið út við at vísa til, at nú skal ein arbeiðsbólkur koma við uppskoti um nýggjan bústaðarpolitikk.
Vinning av vanlukkustøðu
Herfyri hoyrdu vit eitt hoyringsskriv, har Arbeiðsgevarafelagið sigur seg ikki taka undir við at leingja áramálið, sum gevur fíggjarmálaráðnum heimild at endurrinda meirvirðisgjaldið meiri enn eitt ár, tá ið leiguíbúðir verða bygdar.
Tey, eg havi tosað við, tulka hoyringsskrivið soleiðis, at Bústaðir skulu bara byggja íbúðir til ein samfelagsbólk, og Bústaðir skulu helst byggja á bygd ella í útjaðaranum, har ein ávísur váði er at byggja, og ikki í Havnini. Her er tørvurin annars nógv tann størsti, sum limalistin hjá Bústøðum eisini vísur.
Boðskapurin hjá landsstýrinum og Arbeiðsgevarafelagnum tykist greiður. Her í Havnini skulu privatar fyritøkur byggja, tí her kunnu tær selja íbúðirnar fyri ein góðan prís, sum er langt oman fyri tann kostnað, Bústaðir byggja sínar íbúðir fyri. Harafturat er tað óivað í fínasta lagi, at privat, sum hava ráð, keypa eina íbúð at leiga út til fólk í bústaðarneyð.
Tað vil við øðrum orðum siga, at onkur skal fáa beinleiðis vinning av tí vanlukkuligu støðu, at fólk eru í íbúðarneyð.
Hóast landsstýrið bara hevur sitið slakar tríggjar mánaðir, síggja vit longu nú hógvar Fólkafloksins. Líkt er til, at hann fær undirtøku fyri sínum politikki í samgonguni, hóast løgmaður úr Sambandsflokkinum segði undan valinum, at undirtøka var fyri uppskotinum um at veita Bústøðum heimild at útvega 250 milliónir krónur at byggja leigu- og lutaíbúðir fyri.
Somu mistøk umaftur?
Skulu vit gera tað, sum Arbeiðsgevarafelagið og samgongan tykjast ætla, so skulu Bústaðir bara byggja íbúðir til ein ávísan samfelagsbólk. Er hetta ikki tað sama mistakið, sum t.d. varð gjørt í Danmark í 60- og í 70-unum?
Nógvir av hesum íbúðarblokkunum endaðu sum ghetto???ir, og verða nú rivnir niður. Er hetta kósin hjá landsstýrinum, ella skal virksemið hjá Bústøðum bara kvalast, so privatir kunnu sleppa at taka um endan? Er íbúðapolitikkurin hjá grannalondunum ikki júst tann í dag, at leiguíbúðirnar skulu kunna hýsa øllum samfelagsbólkum, so vit fáa eina inklusjón og ikki tað øvuta?
Fyri okkum, sum sita í býráðnum í Havn, er tað sera harmiligt, um fleiri leiguíbúðir ikki verða bygdar, so vit fáa eina meiri fjøltáttaða bústaðarsamanseting. Eisini tí fólkatilflytingin til Havnar er stór, og nógv ung, sum antin skulu seta búgv, eru í læru ella lesa, ynskja sær eina íbúð at búgva í fyribils.
Sum skilst kunnu nakrar verkætlanir hjá Bústøðum í Havnini ??? t.d. við Dalavegin, undir Heimastahorni og á Frúutrøð ??? ikki fremjast, og tað er sera harmiligt. Hvat sigur borgarstjórin í Havn til, at partamenn hennara nú tykjast leggja forðingar fyri, at fleiri leiguíbúðir kunnu byggjast í høvuðsstaðnum?
Heðin Mortensen,
løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald