Politikkur

Landsstýrið letur tvær milliónir til Grønlands

...

2017-06-19 16:22 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

HJÁLP TIL GR??NLANDS: Løgmaður hevur í samráð við landsstýrismannin í uttanríkis- og vinnumálum, sum umsitur játtina, gjørt av at veita Grønlandi tvær milliónir krónur.

Føroya landsstýri fer at lata tvær milliónir krónur til Grønlands, har ógvuslig flóðalda hevur rakt um vikuskiftið. Løgmaður hevur í dag verið í sambandi við Kim Kielsen, landsstýrisformann, og boða honum frá um hjálpina úr Føroyum.

- Í telefonsamrøðu við grønlendska landsstýrisformannin bar eg fram vegna Føroya fólk okkara samhuga við grønlendska fólkinum í hesari sváru støðu. Eg boðaði Kim Kielsen frá, at vit alt fyri eitt eru til reiðar at hjálpa við tveimum milliónum krónum. Grønlendski landsstýrisformaðurin takkaði fyri. Tað er mín vón, at okkara íkast kann gera ein mun í Grønlandi, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Løgmaður hevur í samráð við landsstýrismannin í uttanríkis- og vinnumálum, sum umsitur játtina, gjørt av at veita Grønlandi tvær milliónir krónur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder