Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur gjørt av at lata 200.000 krónur í stuðli til neyðhjálpararbeiði í krígsherjaða Sýria. Hjálpin verður latin í samstarvi við heimsmatvørufelagsskapin undir ST, World Food Programme.
Í Sýria hevur borgarakríggj herjað síðani várið 2011. Heimsmatvørufelagsskapurin World Food Programme (WFP) vísur á, at stríðið í Sýria hevur havt við sær, at seks milliónir menniskju eru flýdd úr sínum heimum. Felagsskapurin metir, at umleið helmingurin av teimum neyðstøddu eru børn. WFP arbeiðir fyri at fáa átrokandi neyðsynjarvørur ??? serliga matvørur ??? til mongu heimleysu flóttafólkini.
Fleiri pengar til neyðhjálp næsta ár
Landsstýrismaðurin í heilsumálum umsitur játtanina til neyðhjálp. Í 2014 eru 500.000 krónur settar av til neyðhjálpararbeiði kring heimin. Í fíggjarlógini, sum júst er samtykt í Løgtinginum, er játtanin hækkað upp í 600.000 krónur í 2015.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald