Tíðindaskriv
Landsstýrið játtað 200.000 krónur til
neyðhjálpararbeiði vegna ódn á Filipsoyggjum
Karsten Hansen, landsstýrismaður hevur gjørt av at lata
200.000 krónur til neyðhjálp á Filipsoyggjunum, eftir at ógvuslig ódn hevur
herjað í landinum.
Fríggjadagin og leygardagin herjaði ódnin Haiyan Filipsoyggjarnar
við ógvusligari megi, og er talan um eina av harðastu ódnum, ið rakt hava
Filipsoyggjarnar. Mett verður, at fleiri enn 10.000 fólk eru deyð, at fleiri
100.000 húsast á rýmingarmiðstøðum ella bráðfeingis hjá familjum og kenningum, og
at minst 4,5 mió. fólk eru rakt av ódnini.
Neyðhjálpin, sum almennu
Føroyar nú veitir, verður latin umvegis Reyða Kross Føroya til neyðsynjarhjálp.
Endamálið við stuðulsupphæddini skal vera at veita bráðfeingis hjálp til tey
mongu, ið eru komin í neyð av ódnini.
Heilsumálaráðið, tann
12. november 2013
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald