Landsstýrið hevði sín fyrsta landsstýrisfund seinnapartin í gjár. Nýggja landsstýrið er søguligt, tí fyri fyrstu ferð er javnstøða í landsstýrinum.
-Eg ætli mær at leggja stóran dent á at samskipa øll høvuðsmálini hjá landsstýrinum. Skulu vit røkka góðum úrslitum, verður neyðugt at samansjóða okkara sjónarmið og samstarva væl, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum og Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum hava áður verið landsstýrisfólk.
Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, Henrik Old, landsstýrismaður í innlendismálum, Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum og Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum royna seg fyri fyrstu ferð í landsstýrinum.
Næsti landsstýrisfundur verður mánadagin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald