Sáttmálar millum Føroya Reiðarafelag og manningarfeløgini eru frá gamlari tíð soleiðis skipaðir, at manningin tekur lut í avtalaðum útreiðslum. Ein av hesum útreiðslunum, sum manningin sambært sáttmálanum eigur at taka lut í, eru avgjøld fyri fiskiloyvir. Keyp og søla av kvotum og fiskidøgum millum føroysk skip er tó ikki loyvdur frádráttur.
Tá ið uppboðssøla av makreli varð roynd í 2011, hevði Føroya Fiskimannafelag ta støðu, at keypspeningur, sum føroysku reiðaríini rindaðu á uppboðssøluni, átti ikki at fara av óbýttum. Tað vil siga at manningin skuldi ikki rinda sín lutfalsliga part av útreiðsluni. Málið varð lagt fyri ein gerðarrætt, har Føroya Reiðarafelag/Felagið Nótaskip vegna reiðaríini fingu viðhald í, at keyp av kvotum er loyvdur frádráttur. Keyp av kvotum og fiskidøgum millum føroysk fiskiskip er at skilja sum eitt undantak frá hesi meginreglu og kann ikki dragast frá.
Tað er ikki eitt hálvt ár síðani, at Føroya Reiðarafelag og manningarfeløgini eftir drúgvar samráðingar skrivaðu undir nýggjan sáttmála. Undir samráðingunum kravdu tvey manningarfeløg, at ásetingarnar í sáttmálanum, um at gjøld ganga av óbýttum, skuldu strikast. Eftir vanligu toganina, ið er partur av frælsum samráðingum millum arbeiðstakarar og arbeiðsgevarar, varð komið á mál við nýggjum sáttmála. Parturin um avgjøld fyri fiskiloyvir er óbroyttur.
Hetta hóvar eftir øllum at døma ikki landsstýrinum, sum ikki ætlar sær at virða galdandi sáttmála.
Í lógaruppskotinum um uppboðssølu og veiðigjøld fyri 2016[1] leggur landsstýrið nevniliga upp til, at gjaldið fyri kvotur keyptar á uppboðssølu og veiðigjaldið ikki kunnu dragast frá søluvirðinum av veiðuni, tá hýrur verða gjørdar upp og goldnar manningini.
Tað er um okkara leiðir óhoyrt, at ein stjórn ger seg inn á ein galdandi sáttmála, og harvið frælsa samráðingarrættin millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Onkuntíð verða semingsuppskot gjørd til lóg, men tá er talan um sáttmálaloysi og vanda fyri verkfalli, sum kann hótta stór samfelagsvirði.
Í hesum førinum eru ongar serstakar umstøður ella vandi fyri samfelagsvirðum. Partarnir í fiskivinnuni halda seg til galdandi sáttmála. Lógaruppskotið sigur heldur einki um, hví hetta skal gerast. Har er bara ein staðfesting av, at hesi viðurskiftini eru viðgjørd í sáttmálum millum reiðarar og manningarfeløgini umframt at uppskotið setir til síðis møguligar frádráttir í hesum avtalum. Sanniliga valdshugmóð, sum vil nakað.
Heldur ikki tykist landsstýrið hava gjørt sær greitt, hvørjar avleiðingar uppskotið hevur. Samgongan, sum vil býta landsins virði javnari, gevur við hesum eina átakinum manningini á einum vanligum uppsjóvarskipi eina lønarhækking á 20%. Sí dømi.[2]
Fyri reiðaríini merkir uppskotið, at tey nú skulu bera alla útreiðsluna av veiði- og uppboðssølugjaldi, har manningarnar áður hava rindað millum ein fjórðing og ein triðing. Hetta kemur afturat tí, at landsstýrið hækkar veiðigjøldini, leggjur gjald á svartkjaft og selur partar av tilfeinginum á uppboðssølu.
Føroya Reiðarafelag undrast stórliga á, at landsstýrið ætlar at gera inntriv í galdandi sáttmála. Slíkt hendir vanliga bara í samfeløgum, ið vit ikki vilja samanberast við. Vit heita tí staðiliga á landsstýrismannin í fiskivinnumálum um at umhugsa hesa ætlanina av nýggjum, áðrenn hann leggur uppskotið fyri løgtingið.
[1] Sí Uppskot til løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2016
[2] Eitt nótaskip, sum hevur eina kvotu eftir býtislyklinum fyri makrel, svartkjaft og norðhavssild, hevði í 2014 goldið 16,4 mió. kr. í veiðigjaldi, um gjøldini tá vóru tey, sum samgongan ætlar at seta í 2016. Manningin hevði eftir galdandi sáttmála rindað 27% ella 4,4 mió.kr. Tá ið manningin ikki skal taka lut í tilfeingisgjaldinum, merkir tað t.d. at hýran hjá skiparanum fer úr 3,4 mió.kr. upp í 4,1 mió.kr., meðan dekkarin fer úr 1,3 mió.kr. upp í 1,6 mió.kr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald