2021-08-18 11:31
Í dag hevur Sirið Stenberg fingið svar frá Helga Abrahamsen um SEV:https://www.logting.fo/mal/mal/?id=9690
??tlanin hjá landsstýrinum er framvegis, at SEV ikki kann bjóða til komandi útboð av varandi orku. Semja er enn ikki gjørd við kommunurnar, men uppskot er lagt fyri partarnar. Man metir ikki hetta kemur at hava týdning fyri brúkaran uttan tað, at orkuumleggingin verður skjótari.
Hetta er í stuttum tað, sum landsstyrismaðurin svarar uppá fyrispurningin í morgum.
Sirið sigur í viðmerking:
???Tað er púra óskiljandi at landsstýrið heldur fast í at petta SEV sundur. Og enn meira óskiljandi um kommunurnar góðtaka hetta, og fara undir at stovna nýggj feløg. Og hvussu kann man siga, at tað ikki kemur at hava týdning fyri brúkaran ? Ta ið privat feløg skulu inn at kappast við felagið, sum vit øll eiga so skulu teir hava vinning. Og tað er bert brúkarin til at gjalda tað.
Samanumtikið liggur i svarinum, at privat skulu hava vinning og SEV skal sita eftir við útreiðslupartinum.
Nú er bert eftir at seta álitið á kommunurnar. ??tlanin hjá landsstýrinum er greið. ???
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald