Politikkur

Landsroknskapur 2016: Avlop eftir átta ár við halli

...

2017-05-31 10:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Landsroknskapurin fyri 2016 er latin løgtinginum. Landsroknskapurin er eitt yvirlit yvir inntøkur og útreiðslur landskassans í einum givnum ári, og hann gevur okkum sostatt eina heildarmynd av fíggjarstøðuni hjá landinum.

Eftir átta ár við halli, vísir landsroknskapurin eitt avlop á 158 mió. kr. Fremsta orsøkin til avlopið er, at inntøkurnar: skattir, avgjøld og tollur, vóru hægri enn mett í fíggjarlógini fyri 2016. Harumframt vóru rakstrarútreiðslurnar eitt vet lægri enn væntað.

???Eftir 8 ár við halli, frá 2008 til 2015, er nú staðfest, at tað eydnaðist at venda hall til avlop hjá landinum fyrsta heila árið, ið verandi samgonga hevur stjórnað. Hetta er gleðiligt og eisini alneyðugt, nú vit eru í búskaparligum hákonjunkturi. Málið er, at landið fær vaksandi avlop komandi árini, so vit kunnu minka skuld landsins og seta av í Búskapargrunni Føroya til verri tíðir. Soleiðis bjálva vit Føroyar búskaparliga til framtíðina.???sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna.

Til samanberingar vísti roknskapurin fyri 2015 eitt hall á 82 mió. kr. Nú roknskapurin fyri 2016 vísir eitt avlop á 158 mió. kr., er talan um eitt úrslit, ið er 240 mió. kr. betri enn árið undan. ???

Talva fyri2016

Landsroknskapurin kann lesasther

Talva fyri tøl frá2012 til 2016

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder