Politikkur

Landspolitikkur má raðfestast

...

2015-08-30 22:51 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vit í Framsókn leggja okkum eftir at føra landspolitikk, vit hava arbeiða útfrá einari valskrá í gagnar øllum Føroyingum. Ein so lítil tjóð sum okkara má savnast og standa saman, heldur enn at skiljast meira sundur og enda við tvídráttum, klandri og øðrum ógagnsligum tvætli. Í Framsókn fremja vit politisk áhugamál fyri landsins besta. Vit standa fast við okkara málsetningum, áralagið er gott hjá Framsókn.


Eitt valdømi
Vit eru ein lítil tjóð, og er tí eingin orsøk til at býta í smærri. Ein av orsøkunum ið talaði fyri einum valdømi var, at tað skuldi minka um lokalpolitisk áhugamál í Føroya Løgting, og harvið fremja eina savnandi fatan um, at vit eru ein tjóð ??? at vit eru øll í sama báti. Fyri mær virkar tað sum um, at lokalpolitikkur nú aftur hevur sníkt seg inn um politisku bakdyrnar.

Vit hoyra javnan vallyftir ið dyrgja eftir atkvøðu, í avísum landspørtum ella bygdum. Vallyftir ið kosta hundraðtals milliónir krónur.

Frælsi at seta búgv

Viðvíkjandi eitt nú tunnilsverkætlanum, mugu krøv um cost/benefit-analysir fylgja við. Ferðakomfort er ikki nóg góð grundgeving fyri at nýta upphæddir á milliónir av krónum til ein ájavnt minkandi útjaðara. Til spurningin um tunnlar skapa trivnað? Ja so skuldi tað veri ein sannroynd, at kalsoyingar trívast sera væl. Men løgið nokk sæst hetta ikki aftur í einum stórum fólkavøkstri. Hesar útreiðslur til útjaðaran taka pengar frá skúlum og heilsuverki. Peningur eigur at koma øllum føroyingum til góðar. Tá er tað er heldur ikki sagt, at vit skulu skerja útjaðaran inn á bein. Men raðfestingin má vera røtt.

Vit hava ein góðan fólkavøkstur í miðstaðarøkinum. Her tosa vit um kervi frá Vágum, gjøgnum Havnina og til Skálafjørðin. Eg vildi mett, at vit tóku Gøtu/Leirvík og Klaksvík uppí heitið miðstaðarøki. Fólk skulu búgva, har tey ynskja at búgva. Nútímans virðir og áhugamál hava broytt okkara búsetingarmynstur. Vit stilla eisini onnur krøv til umhvørvi ??? bæði sosialt og í samband við arbeiði, og tí flyta fólk til meginøki. Hetta skulu vit tillaga og skipa okkum eftir og ikki mótarbeiða, tí hetta er ynski hjá flestum fólkum og er í tráð við gongdina í útheiminum.

Vit eiga

Vit eiga at vísa skynsemi og ágrýtni í okkara politisku avgerðum, og eiga hesar ikki at vera ávirkaðar av persónligum vinningi. Eg ynski landspolitisk áhugamál í løgtinginum. Vit mugu gera okkum klárt hvat skilabest er, hvat gevur mest úrslit og hvat gagnar flestum fólkum her í landinum. Vit skulu byggja, menna, skapa og hugsa nýggjar og spennandi leiðir. Vit eiga ikki at ræðast nýskipanir.

Reinlyndi og framtíðarhugsan

Eg sakni reinlyndi í føroyskum politikki, sum politikarar fyrr vóru garantar fyri. Eg sakni áræði, skapanarevni, dirvi og ikki minst framtíðarhugsan. Eingin flokkur hevur eina so klára stevnuskrá sum Framsókn. Onga aðrastaðni hava vit sæð so gott áralag sum hjá Framsókn. Set tín kross við framsókn, so tryggja vit framtíð Føroya.

Rúni Sundberg Patursson

Valevni fyri Framsón

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder