FSF: - Vit eru sjálvandi ernir av, at føroyski landsliðsvenjarin koyrir í einum av okkara bilum. Tað er av stórum týdningi, at venjarin er væl koyrandi, og vonandi verður landsliðið eisini líka væl koyrandi í framtíðini, sigur Gunnar Justinussen, stjóri á Bilasøluni.
Tá Lars Olsen í november mánaða í 2011 varð settur í starv sum føroyskur landsliðsvenjari, boðaði hann beinanvegin frá, at hann hevði ætlanir um at vera í Føroyum so nógv sum tilber. Á hendan hátt vildi landsliðsvenjarin fáa eitt breitt innlit í føroyskan fótbólt.
Og fyri at gera umstøðurnar so góðar sum tilber, hevur Fótbóltssamband Føroya nú gjørt avtalu við Bilasøluna í Hoyvík. Avtalan inniber, at Lars Olsen hevur fingið ein spildurnýggjan AUDI A5 at koyra í næstu tvey árini, tær ferðirnar hann er í Føroyum.
Ítróttur
Landsliðsvenjarin í AUDI
...
2016-03-08 13:32
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald