FSF: Hóast føroyska A-landsliðið við kvinnum ikki vann seg víðari til EM-undankappingina, sum byrjar í heyst, so heldur landsliðsarbeiðið fram.
Í apríl mánaða var føroyska A-landsliðið við kvinnum til innleiðandi undankapping á Malta. Umframt Føroyar og Malta, luttóku Georgia og Andorra eisini í kappingini. Vinnarin spældi seg víðari til sjálva EM-undankappingina, sum byrjar í heyst.
Føroysku kvinnurnar stóðu seg væl, men tá avtornaði gjørdust tær akkurát ov stuttar. Í fyrsta dystinum tapti Føroyar 2-0 fyri Georgia, men síðani vunnu føroysku kvinnurnar heili 8-0 á Andorra, meðan seinasti dysturin varð vunnin 4-2 á Malta.
Georgia, Malta og Føroyar endaðu øll á 6 stigum, men við betri málmuni gjørdist Georgia stóri vinnarin av kappingini.
Men hóast føroyska kvinnulandsliðið nú skal bíða í tvey ár, til næsta innleiðandi undankapping verður á skránni, heldur landsliðsarbeiðið fram.
- Vit harmast sjálvandi um, at tað ikki eydnaðist kvinnulandsliðnum at vinna seg víðari til EM-undankappingina. Men tað er av stórum týdningi, at landsliðsarbeiðið hjá kvinnum heldur fram, hóast ongar veruligar avbjóðingar eru fyrr enn um tvey ár, sigur Fríðin Ziskason, starvsnevndarlimur í FSF og formaður í landsliðsnevndini.
Fyrst av øllum skal venjaraspurningurin fáast upp á pláss. Avtalurnar við Jón Paula Olsen, Aleksander Djordjevic og Lennard Pedersen, ið hava staðið á odda fyri kvinnulandsliðnum seinastu tvey árini, fóru úr gildi 30. apríl. Síðani skal Fótbóltssamband Føroya út at finna avbjóðingar til kvinnulandsliðið.
Á seinasta FIFA-styrkislistanum fyri kvinnur eru Føroyar nummar 85. Týskland er nummar 1, USA nummar 2, meðan Frakland er á 3. plássi. Um ein góðan mánað, leygardagin 6. juni, byrjar HM fyri kvinnur, sum í ár verður spælt í Kanada.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald