Ítróttur

Landsliðið móti Malta úttikið

...

2013-11-08 19:49 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF.fo skrivar: Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur úttikið føroyska hópin, sum 19. november skal royna seg í vinardysti ímóti Malta.

Týsdagin 19. november skal føroyska A-landsliðið við monnum í eldin aftur, tá Malta og Føroyar møtast í vinardysti á Ta' Qali National Stadium í Valletta á Malta.

Í hesum sambandi hava Lars Olsen, landsliðsvenjari, og Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari, givið landsliðsboð til hesar 19 leikararnar:

Heini Vatnsdal, Christian R. Mouritsen og Teitur M. Gestsson, HB
Páll Klettskarð, KÍ
Pól Jóhannus Justinussen, Kristian Joensen, Klæmint A. Olsen og Karl Løkin, NSÍ
Erling Jacobsen, Finnur Justinussen og Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Hallur Hansson, AaB ??lborg (DK)
Rene S. Joensen, Brøndby IF (DK)
Daniel Udsen, FC Helsingør (DK)
Sonni Ragnar Nattestad, FC Midtjylland (DK)
Viljormur Davidsen, Vejle BK (DK)
Jónas Tór Næs, Valur (ISL)
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (NOR)
Gunnar Nielsen, Motherwell (SCO)

Dysturin millum Malta og Føroyar verður spældur týsdagin 19. november, klokkan 19:00.

Les eisini: >>Sonni Ragnar úttikin til føroyska A-landsliðið<<

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder