FSF: Á middegi týsdagin kom føroyska A-landsliðið til grikska høvuðsstaðin, Athen og klokkan fimm seinnapartin í gjár var fyrsta venjingin á skránni.
Eftir at hava verið á flogi í næstan tríggjar tímar, kom føroyska A-landsliðið við monnum til Athen á middegi týsdagin. Av flogvøllinum varð koyrt við bussi til Metropolitan gistingarhúsið, ið liggur við útkantin av grikska høvuðsstaðnum.
Ferðin til Grikkaland hevur gingið væl og tá Lars Olsen, landsliðsvenjari, og Jóannes Jakkobsen, hjálparvennjari, høvdu fyrstu venjingina við føroyska hópinum, sást, at hóast tað eru tríggjar vikur síðani heimliga kappingin endaði, so eru okkara leikarar væl fyri kropsliga.
- Grikkaland hevur higartil bara fingið eitt stig í hesari undankappingini, so vit skulu rokna við, at grikkar fara at leggja stórt trýst á føroyska liðið fríggjakvøldið. Hetta verður uttan iva ein dystur, har vit koma at leggja stóran dent á verjupartin, sigur Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari.
Veðrið í Athen er gott. Hitin liggur um eini 18-20 stig, og verðurforsøgnirnar fyri komandi dagar eru eisini góðar. EM-undankappingardysturin millum Grikkaland og Føroyar verður bríkslaður í gongd fríggjakvøldið kl. 21:45 lokala tíð (19:45 føroyska tíð).
Fleiri myndir frá fyrstu venjingini í Athen kunnu síggjast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald