So eru nøvnini á teimum 5 monnunum, ið skulu umboða Føroyska Fjallasúkklulandsliði á Jersey í summar, sett, og eru tað hesir: Helgi Winther Olsen, Hilmar Hansen, Jógvan Højgaard, Kári Brattaberg og Sigmund Olsson.
Hesa fer eru tað aftur 2 kappingar, MTB Cross-Country (MTB-XCO) og MTB Criterium (MTB-XCC). Men sum nakað nýtt, eru báðar kappingarnar eisini liðkapping. Tað hevur annars fyrr bert veri XCO, sum eisini hevur talt sum liðkapping, men við hesi manning eru vónirnar til heiðursmerkir so bara tað størri.
Á Bermuda vóru vit akkurát ov stuttir til eina lið-bronsu, men kláraði Helgi Winther Olsen at koyra eina flotta bronsu heim í einstaklinga kappingini. Um tað fer at endurtaka seg, ella kanska vera av øðrum metallið, kunnu vit bert gita um, men Helgi hevur vant dúðliga síðani seinast, so um eingin tekniskur trupuleiki kemur at ávirka á kappingardegnum, so skulu fjallasúkklararnir frá hinum oyggjunum hava vant heilt óhyggeliga nógv.
Men tað er tíbetur ikki bert Helgi sum hevur traðka í pedalirnar. Teir her heima á klettunum hava eisini gjørt hvat teir eru mentir, fyri at vera í góðari venjing til Oyggjaleikirnar. Siti á hometrainer (innandura súkkling, sum er neyðugt í Føroyum), vant í kava og stormið, og koyrt ???venjingar???-kappingar. Og Kári hevur sliti onkra spinningsúkklu upp, har hann hevur arbeitt í Noreg.
Sum ein liður í fyrireikingunum til Jersey, hava teir allir luttikið í 4 kappingum í Danmark um Kristi himmalsferðardagarnar. Fyrsta kappingin var sunnudag í Kolding, og var tað ein UCI-Cat. 1 kapping. Hós-, fríggja-, og leygardag vóru kappingar dag um dag, á Bornholm. Hesa kapping kendu vit væl, tí tað hevur veri Føroysk umboðan tey seinastu 5 árini. Og nøkur heiðursmerkjapláss hava vit fingi eisini.
??rslit frá kappingini í Kolding vóru hesi:
Helgi Winther Olsen, ið koyrir í bólkinum ???*SRAMLiga* - Elite Men???, kempaði seg til eitt 32.pláss. Hann hevði 3 styrt, so har fóru nokk eini 10 plaseringar við ikki at súkkla, men at gera fimleikabrøgd á/av súkkluni. Eisini vóru fleiri luttakarar uttanlanda frá, sum ikki plaga at luttaka í donsku liga???ini.
Kári, Hilmar og Jógvan koyrdu í bólkinum ???*SRAMLiga* - Men B???, og vóru teirra úrslit hesi:
Hilmar var nr. 20, Kári 24, og Jógvan nr. 28. Jógvan hevði eitt styrt, har hann meitslaði sær økslina eitt sindur í fallinum. Tað gjørdi at hann fekk bert koyrt ein umgang.
??rslit: http://mtbliga.dk/results/
??rslit frá kappingunum á Bornholm vóru hesi:
Eisini her koyrdi Helgi í ???Herre A???- bólkinum, og fekk hann eitt fínt 5.pláss samanlagt.
Kári, Hilmar og Jógvan koyrdu í ???Herre B???, og var tað samanlagt Kári, sum fekk bestu plaseringina, sum var eitt 5 .pláss. Hilmar var á 7 plássi, og Jógvan á 9.plássi.
Sigmund koyrdi í ???Herre C???, saman við Høgna R. ??ster og Róa Lamhauge. Bestu samlaðu plasering fekk Høgni við einum 2.plássi, og Sigmund og Rói á ávíkavist 3.- og 5.pláss. Sigmund var so óheppin at gera eitt styrt á næsta degi, og fekk hann ikki gjørnumført tann dagin. Hann kom tó flott aftur til seinasta kappingardagin, og bleiv nr. 2. Tað er so seinni staðfest, at hann hevði koyrt við brotnari øksl, so flott kempað...
??rslit: http://www.mtbstageracebornholm.dk/side.asp?Id=87363
Tað sum var endamálið við túrinum, var at koma í kapping, sum minnir um tað, sum koyrast skal á Jersey. Og ikki minst at koyra millum nógvar sterkar, ókendar kappingarneytar. Serligani tað seinna var gott at fáa roynt aftur, áðrenn tað skal berjast um oyggjaleikaheiðursmerkir og plaseringar.
Spennandi verður at síggja, hvussu teir fara at klára seg til Oyggjaleikirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald