Landskassin hevur fyrstu seks mánaðirnar í ár fingið í alt 659 mió. krónur í MVG av innflutningi. Tað vísir ein nýggj MVG-uppgerð hjá TAKS. Sama tíðarskeið í fjør fekk landskassin 613 mió. krónur. Sostatt eru inntøkurnar frá innflutningsmvg øktar 46 mió. krónur sammett við fyrstu seks mánaðirnar í fjør.
??ktu MVG inntøkurnar gera sítt til, at samlaðu innflutningstølini hjá landskassanum eru hægri higartil í ár samanborið við í fjør. Landskassin hevur higartil fingið 769 milliónir krónur inn í ymiskum innflutningsgjøldum sammett við 722 milliónir krónur í fjør. Innflutningsgjøld eru punktgjøld, innflutningsmvg og toll avgjøld.
Eisini umsetningsgjøldini eru hægri í ár. Leggja vit øll umsetningsgjøldini saman, hevur landskassin fingið 109 milliónir krónur inn higartil í ár. Fyrstu seks mánaðirnar í fjør fekk landskassin 97 milliónir krónur inn. Sostatt er talan um eina øking við 12 milliónum krónum fyrstu seks mánaðirnar í ár. Umsetningsgjøldini eru brennioljugjald, framleiðslugjald, skrásetingargjald og ferðaavgjald, skrivar taks.fo
Vinna
Landskassin størri inntøkur frá avgjøldum
...
2013-07-12 02:33
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald