Landskassin hevur í dag 22. juni 2021 afturgoldið eitt lánsbrævalán á 1,35 mia. kr.
Lánið á 1,35 mia. kr. er afturgoldið við tøka gjaldførinum hjá landskassanum, og rentuberandi skuldin minkar tí við hesi upphædd. Skuldin hjá landskassanum minkar frá at vera 5,3 mia. kr. til 4,0 mia. kr.
Landskassin tók í juni í fjør eitt lán á 1,6 mia. kr. fyri at fíggja eitt tá væntað hall á fíggjarlógini á 1,1 mia. kr. í 2020 og eitt hall á 500 mió. kr. í 2021 orsakað av Covid-19. Búskaparliga gongdin hevur tó víst seg at vera nógv betri enn mett var á vári 2020. Hallið á fíggjarlógini í fjør var 298 mió. kr. og fíggjarlógin fyri í ár vísur eitt hall á 355 mió. kr.
Av tí at búskaparliga gongdin í fjør og í ár hevur verið betri enn væntað, er peningur nú tøkur, at rinda skuld niður við.
Í fyrsta lagi verður alt lánið goldið niður av landskassans gjaldføri. Við hesum fellur gjaldførið hjá landskassanum niður um tey kravdu 15 prosentini av bruttotjóðarúrtøkuni (ið svarar til 3,3 mia. kr.) til at vera 13 prosent av BT?? (ið svarar til 2,9 mia. kr). Hetta er heimilað í lógini um landsbankan, har tað er ásett, at tá umræður afturrindan ella endurfígging av landskassaláni, kann víkjast frá kravinum um 15 prosent av BT?? fram til at næsta landskassalán fellur til gjaldingar.
Eftir summarfrítíðina verður støða tikin til, um lántøkan at fáa gjaldførið hjá landskassanum upp aftur á 15 prosent av BT??, skal verða í heyst ella tá næsta lán fellur til gjaldingar í juni 2022. Millum annað er enn ikki greitt, um Covid-19 er farin framvið, og hetta atlitið kann gera tað skilagott at taka lánið longu í heyst, heldur enn at bíða til juni næsta ár.
Sí yvirlit yvir skuld landskassansher.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald