Herfyri fekk Landsgrannskoðanin nýggja heimasíðu, sum er ment í samstarvi við Menning.fo.
Í summar varð farið undir arbeiðið at menna nýggja heimasíðu til Landsgrannskoðanina, sum nú er liðug og tikin í brúk. Heimasíðan er gjørd í samstarvi við Menning.fo, ið hevur ment umleið 70 heimasíður til stovnar, fyritøkur, feløg og onnur bæði í Føroyum og í Danmark.
Alt tilfarið, sum lá á gomlu heimasíðuni hjá Landsgrannskoðani, er tókt á nýggju síðuni. Landsgrannskoðanin heitir á tey, ið hava móttikið tíðindabrøv umvegis gomlu heimasíðuna, at skráseta seg av nýggjum við teldupostadressu, so trygd fæst fyri, at tey framvegis fáa tíðindabrøv, sum Landsgrannskoðanin sendir út.
Landsgrannskoðanin er óheftur stovnur undir Føroya Løgtingi og hevur til uppgávu at hava eftirlit við at landsroknskapurin er rættur, at roknskapar- og eftirlitsskipanir eru tryggar, at peningurin er brúktur samsvarandi galdandi játtanum, lógum og fyriskipanum, og at umsitingin er sparin og virkin.
Landsgrannskoðanin stuðlar løgtingsgrannskoðarunum í arbeiði teirra. Landsgrannskoðari er Beinta Dam. Hon hevur røkt starvið síðani 1. januar 2008.
Vitja nýggju heimasíðuna ??? www.lg.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald