2015-11-26 18:27
Landsfundurin hjá Føroya Fiskimannafelag í ár verður týsdagin 29. desember klokkan 10 í fundarhølunum hjá Føroya Arbeiðarafelag, Tjarnardeild 7 í Havn.
Uppskot til landsfundin skulu vera Føroya Fiskimannafelag, Bryggjubakki 14-16, Postboks 58, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi tríggjar vikur fyri landsfundin, tað er týsdagin 8 desember. Eisini ber til at senda uppskot við telduposti innan somu freist til [email protected]
Dagsskráin fyri landsfundin:
1. Frágreiðing frá virki felagsins í farna ári.
2. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar.
3. Val av grannskoðara.
4. Ásetan av limagjaldi.
5. Uppskot frá stjórn og sóknum.
6. Annað.
Føroya Fiskimannafelag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald