Høvuðsevni á landsfundinum verða hesaferð fiskivinnu- og pensjónsnýskipanir.
Bjarni Arnason og Marjun Magnussen fara at leggja fram hvør sín sera spennandi og áhugaverda fyrilestur um ávíkavíst fiskivinnu- og pensiónsnýskipamir.
Fyrilestrahaldarnir fara eisini at svara spurningum frá fundarfólkinum.
Fyri døgurða verður Bjarni Arnason, løggildur grannskoðari, á skránni við fyrilestrinum "Fiskivinnunýskipan: Virðisøkin og gjald".
Stutt um Bjarna Arnason kann sigast, at hann er stjóri í grannskoðanarvirkinum NUMO og serfrøðingur í búskaparviðurskiftum hjá fiskivinnuni.
Eftir døgurða verður Marjun Magnussen, deildarstjóri, á skránni fyri fyrilestrinum "Er neyðugt við eini pensiónsnýskipan?".
Stutt um Marjuna Magnussen kann sigast, at hon er deildarstjóri Almannaráðnum og útbúgvin løgfrøðingur.
Skráin fyri landsfundin er henda:
Kl. 10.00 Landsfundurin verður settur.
Kl. 10.15 Ársfrágreiðing floksformansins.
Kl. 11.00 "Fiskivinnunýskipan: Virðisøkin og gjald", Bjarni Arnason, stjóri í grannskoðanarvirkinum Numo
Kl. 12.00 Døgurðasteðgur.
Kl. 13.00 "Er neyðugt við eini pensjónsnýskipan?", Marjun Magnussen, deildarstjóri í Almannaráðnum
Kl. 14.00 Orðaskifti, orðið frítt.
Kl. 15.15 Kaffisteðgur.
Kl. 15.30 Orðaskifti heldur fram.
Kl. 17.00 Floksformaðurin tekur saman um og endar fundin.
Kl. 18.00 Nátturði fyri fundarfólki.
??ll fólkafloksfólk eru so hjartaliga vælkomin til landsfundin.
Politikkur
Landsfundur Fólkafloksins verður leygardagin
...
2014-11-12 18:00
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald