Ítróttur

Landsdystur í Klaksvík

...

2016-09-13 10:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í dag klokkan 17:00 sleppa dreingirnir á U15-landsliðnum av álvara royna seg, tá føroyska liðið skal spæla venjingardyst ímóti Sveis. Dysturin verður spældur við Djúpumýru í Klaksvík

Klokkan fimm seinnapartin í dag (týsdagin 13. september) verður landsdystur spældur við Djúpumýru í Klaksvík. Talan er um venjingardyst ímillum føroyska og sveisiska U15-landsliðið við dreingjum.

Samstundis er hetta fyrstu ferðina, at okkara U15-landslið við dreingjum skal spæla ein veruligan landsdyst. Undanfarin ár hevur liðið tikið lut í Brøndby Cup og Vejle Cup í Danmark, og Aberdeen Football Festival í Skotlandi, og har hava mótstøðuliðini verið lið úr nærum øllum heiminum, tó ikki landslið. Men nú sleppa okkara so umsíður at spæla ein altjóða landsdyst.

- Hetta verður ein stór avbjóðing, og um hugt verður eftir styrkislistanum hjá FIFA fyri A-landslið sæst, at Sveis er nummar 18 í heiminum. Tí er einki at ivast í, at okkara dreingir av álvara sleppa at royna seg, sigur Eli Hentze, venjari, við heimasíðuna hjá FSF.

U15-landsdysturin millum Føroyar og Sveis verður bríkslaður í gongd klokkan 17:00. FSF Varpið sendir beinleiðis frá dystinum, sum verður spældur við Djúpumýru í Klaksvík, har vónandi nógvir áskoðarar eisini verða at síggja.

Hósdagin 15. september klokkan 17:00 spæla Føroyar U15 og Sveis U15 á Tórsvølli.

Føroyski hópurin sær soleiðis út:
Bjarti Vitalis Mørk, HB
Dánial Danielsen, NSÍ
Regin í Geil Jakobsen, HB
Aleksandur ??. Jensen, B68
Børge Petersen, KÍ
Olaf K. Hansen, KÍ
Tórur F. Joensen, HB
Sámal Jákup Jóhannusarson, B36
Samuel Johansen Chukwudi, HB
Hjalti S. Samuelsen, 07 Vestur
Áki Hentze, 07 Vestur
Jónas Warner, B71
Símun Sólheim, HB
Kristian K. Hentze, B71
Petur Ovi Dam, HB
Leivur F. Guttesen, HB
Bárður ??. Jensen, B68
Oddur í H. Petersen, 07 Vestur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder