Í gjár fór Eik-liga landsliðið í flogbólti við Atlantic Airways til Keypmannahavn ávegis til Luxembourg, og í dag hevur liðið havt sína seinastu fyrireiking saman við venjaranum Bárður Bendix Mikkelsen, áðrenn fyrsta dystin í endaspælinum í EM-kappingini fyri smátjóðir.
Tað ber til at fylgja dystinum beinleiðis á netinum via hetta
linkið:
http://cev.lu/Competition-Area/MatchPage.aspx?ID=700&mID=27766
Dysturin í kvøld er ímóti vertunum Luxemborg og byrjað verður kl. 19,30 føroyska tíð.
Íalt 15 lond eru í smátjóðunum, og føroyska manslandsliðið megnaði í fjørð at spæla seg fram til endaspælið. Sostatt eru Føroya millum 4 tey bestu í hesum bólkinum.
Dysturin í kvøld verður leiktur í snotuligu høllini d??? Coque ??? ein multihøll við øllum hentleikum so sum svimjihylum innan- og uttandura, fleiri ítróttarhøllum, rennibreyt, bústaðareind, matstøðum o.s.v.
At føroyingar hava verið her fyrr sæst millum annað í bústaðareindini, har m.a. mynd hongur av hondbóltsleikaranum Inga Olsen - frá teirri tíðini - tá føroyska manslandsliðið leikti í Luxembourg.
Vantast kann, at tað verður sterk ein mótstøða sum Føroyar fáa í kvøld, eins og tað eru stórir leikarar, sum koma at standa hinumegin netið. Á liðlistanum hjá Luxembourg eru tveir leikarar sum eru 203 cm og tveir sum eru ávikavist 201 og 200 cm.
Hini liðini - sum hava leikt seg í endaspælið - eru Skotland og Kypros, og hesi liðini leika eisini dyst sínamillum í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald