Landbúnaðarpolitikk nú!!
Nú um dagarnar verður nógv tosað um, hvørt festijørðin í Føroyum skal einskiljast ella ikki.
Spurnartekin kann setast við, um tað gagnar vinnuligum landbúnaði at verða í einskildum formi. Helvtin av jørðini í Føroyum er óðalsjørð, men ein munandi minni partur av vinnuligu bóndunum í FO eru óðalsbøndur.
Í mínum hugaheimi gagnar ein einskiljing í dag einans í tí føri, har tann sum rekur vinnuligan landbúnað fær landsjørðina sum ogn, uttan at brúka stórvegis av peningi fyri at ogna sær hana. Tá hevur viðkomandi eitt aktiv, ið viðkomandi kann veðseta og læna uppá.
Um festari skal brúka fleiri milliónir at ogna sær jørðina, umframt at hann kanska frammanundan hevur keypt sær mjólkakvotu, og møguliga eisini hevur keypt sær rættindini at dríva festið, so gevur einskiljingin onga meining.
Spurningurin um einskiljing ella ikki, er spurningurin um, hvat man ynskir. Ynskir man ognarskapin á fáum hondum har kapitalur er savnaður, ella ynskir man ognarskapin at verða livigrundarlagið undir búseting úti um landið.
Um øll festijørðin hevði verið selt fyri marknaðarprís í dag, so hevði meginparturin verið keyptur upp av peningasterkum einstaklingum og fyritøkum. Vit høvdu fingið nakrar stórar eigarar, sum kundu átt 1/50 av jørðini í part. Hetta høvdu ikki verið fólk sum hava áhuga ella hegni at reka vinnuligan landbúnað, heldur fólk sum keypa jørð fyri at seta peningin hjá sær í okkurt sum ikki missir virði.
Ynskir man at varðveita búsetingar mynstrið, og siðbundna liviháttin í útjaðaranum, so skal mann hugsa seg betri um. Ynskir man at menna ein skilagóðan vinnuligan landbúnað, so skal man hugsa seg betri um.
Avkastið er sera avmarkað í vinnuligum landbúnaði, og nógvir eru tímarnir ið brúktir verða at lívbjarga sær har. Tað er tí berur ovurhugi sum skal til, fyri at verða í hesi vinnu.
Grundarlagi undir at tosa um eina einskiljing av landsjørðini er ikki til staðar í dag.
Fyrst eiga vit at orða ein yvirskipaðan landbúnaðarpolitikkur, sum sigur hvagar man ætlar við landbúnaðinum, hvat vit sum land eiga at leggja dent á at framleiða, hvørjar vørur vit skulu verða sjálvforsýnandi við, hvussu og hvar vit brúka landið hjá okkum til tær ymsu framleiðslurnar, hvussu vit náa málunum og hvussu skjótt vit skulu náa teimum. Hetta er í mínum hugaheimi fyrsta fyritreytin ið skal verða til staðar, áðrenn man byrjar at tosa um at privatisera landsjørð.
Rættindi hjá festibóndum skulu styrkjast, so festarar fáa størri ávirkan á egin viðurskifti, mótvegis landi og kommunum, sum vilja ogna sær lendi burturav festum.
Vit skulu gera skipanir, sum lætta um møguleikan hjá bøndrum at sleppa av við vøru framleidda á festinum. Ikki sum Vinnumálaráðið nú roynir, at seta so strangar treytir, at vit fyribeina møguleikanum hjá bøndrum at selja sítt kjøt.
Vit skulu eggja fólki at fáa sær útbúgving innan landbúnað, og vit skulu gera lokkandi skipanir, soleiðis at fólk aftur torir at fara undir hesar útbúgvingar.
Tann persónliga kautiónin má loysast av herðunum á teimum bøndrunum ið hava tikið hana uppá seg fyri at virðisøkja ognina hjá landinum. Vit kunnu ikki krevja av fólki í vinnuni, at tey persónliga kautionera fyri ognir sum landið eigur, hetta hoyrir oldtíðini til, men er enn veruleiki tann dag í dag.
Møguleikarnir mugu styrkjast at fáa fígging og íløgustuðul, til tær verkætlanir sum fella innundir tann yvirskipaða landbúnaðarpolitikkin hjá landinum, sum skal samtykkjast sum skjótast, helst í gjár.
Eg heiti hervið á landsstýrismanninum, at taka stig til at orða ein landbúnaðarpolitikk, sum saman við eini strategi fyri lendisnýtslu skal forankrast í politisku skipanini. Set ein bólk at gera uppskot til politikk, mannaður av landbúnaðarfrøðingum, bøndrum og lógarkønum fólki, sum saman gera eitt upplegg til politisku skipanina, hvussu vit veruliga flyta landbúnaðin í Føroyum fram á leið.
Princippielt eri eg fyri at einskilja festijørðina, men um hetta verður gjørt nú, meðan vit eru so ófyrireikaði sum vit eru, fer tað at hava óhepnar avleiðingar við sær. Eg haldi ikki at tíðin er komin at einskilja landsjørðina, men tíðin er komin at bøta um og rætta uppá tey mongu viðurskifti, sum eru púra burturvið fyri festarar í dag. Hetta kann væl gerast skjótt, men tað krevur at man vil arbeiða fyri tí.
Brandur Sandoy, L
øgtingsmaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald