Vinna

Laksurin slær øll met

...

2016-11-23 15:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Samlaði útflutningurin fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar í ár er 5,6 mia. kr. Hetta er 900 mió. meir enn sama tíðarskeið í fjør, ein vøkstur á næstan 20%.

Virðið av útflutta alifiskinum er vaksið næstan 700 mió. kr. fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar í ár samanborið við í fjør. Tað er ein vøkstur á 36% í virði. Í nøgd er vøksturin 17%.

Alifiskur er gott 46% av øllum útflutninginum. Av fiskavøruútflutninginum er alifiskurin 49%. Um gongdin higartil í ár heldur fram, fer útflutningurin av laksi væl uppum 3 mia. kr. Tað er ikki hent fyrr. Í 2014, sum er metárið higartil, útfluttu vit laks fyri 2,95 mia. kr.

1. januar í ár kom nýggj vøruskrá í gildi, og nøkur fiskasløg, sum fyrr vóru skrásett undir egnum navni, verða nú skrásett undir ???Onnur fiskasløg???. Hetta ger at samanbering millum bólkar má gerast við fyrivarni tvørtur um ársmarkið 2015/16.

??tflutningurin av uppsjóvarfiski er vaksin 8% í virði og 17% í nøgd, sambært talvuni, men helst er ein partur av uppsjóvarfiskinum eisini at finna í bólkinum ???Annar fiskur???

Makrelútflutningurin er vaksin nógv í ár, úr 400 mió. kr upp í 600 mió. Hinvegin er útflutningurin av sild minkaður 100 mió.

Tað er minni útflutt av botnfiski, men eisini her kann okkurt verða flutt í bólkin annar fiskur. Av einstøku botnfiskasløgunum er minni útflutt av toski og upsa.

 

Russland størsta útflutningslandið

12 mánaðar skeiðið okt. 2015 ??? sep. 2016 var Russland nógv tað størsta útflutningslandið. Ein fjórðingur av samlaða útflutninginum fór til Russlands. Umleið helvtin av útflutninginum til Russlands er laksur. Restin er serliga makrelur og sild.

Næststørsta útflutningslandið hetta tíðarskeiðið var USA við 11%. ??tflutningurin til USA er næstan bara laksur.

Stóra Bretland er triðstørsta útflutningsland við 10%, og síðan koma Danmark og Kina.

90% av útflutninginum til Kina er laksur, meðan laksurin fyllir minni enn helvtina av útflutninginum til Stóra Bretland og Danmark. Meir enn helvtin av útflutninginum til Stóra Bretland er botnfiskur, serliga toskur.

Samlað keypa hesi fimm londini oman fyri 60% av øllum útflutninginum hjá Føroyum.

??tflutningurin dagførdur og útgreinaður er at finna í hagtalsgrunninum her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder