Politikkur

Laksafoss ein afturúrsigldur liberalistur

...

2018-02-22 23:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Trygga elskipanin skal varðveitast, samstundis sum grøna orkan verður bygd út, og orkuskiftið fer fram. Her er nóg mikið at tríva í bæði hjá SEV og privatum fyritøkum fyri at fáa Føroyar grønar. Men hetta tykist afturúrsigldi liberalisturin Magni Laksafoss ikki at síggja, tí hann hevur start seg blindan í at liða SEV sundur

Magni Laksafoss stroyir um seg við liberalistiskum flosklum og kastar mær fyri at vera ein fallin liberalistur, tí eg ikki taki undir við honum og svølgi hansara orðaskvaldur rátt. Hann vísir til eina útlendska frágreiðing, sum eftir øllum at døma er hansara sannleikskelda til at liða SEV og okkara tryggu elskipan sundur. Eisini skulu vit taka eina ráðstevnu, ið hann sjálvur skipaði fyri í fjør vár, sum skjalprógv um, at full liberalisering av elorkuøkinum er einasta gongda leiðin.

Sjálvt ein liberalistur skal varðveita bæði beinini á jørðini og meta um møguleikar fyri at gróðurseta nýtt virksemi. Í løtuni hava vit eina trygga elskipan og ein elprís, sum helst ikki skal hækka, tí tað gagnar hvørki vinnulívi ella borgarum. Eg sakni eina kanning av hesum viðurskiftum, sum gjølla lýsir, hvat skilabest er at gera fyri at menna elorkuøkið, samstundis sum elprísurin ikki hækkar. Ein slík kanning eigur at lýsa bæði møguleikarnar við verandi skipan við SEV sum einum sterkum og tryggum elveitara, og hin parturin er at kanna, um fyrimunir kunnu vera í at fremja eina fulla liberalisering av elorkuøkinum, har elnetið og framleiðslan verða býtt sundur.

Men tað er ikki ætlanin hjá Magna Laksafoss. Hann vil hava løgtingið at samtykkja at heita á landsstýrið um at seta í verk eina kanning, sum beinleiðis miðar eftir at liða SEV sundur, og sum ikki kannar møguleikarnar í verandi skipan. Tað er her ketan leypur av, og vit kunnu loyva okkum at meta løgtingsmannin fyrst og fremst at arbeiða fyri egin áhugamál. Hann vil hava løgtingið at bíleggja eina kanning við greiðari slagsíðu ímóti SEV. Tað er er óseriøst av einum landspolitikara.

Hvørki hann ella nakar annar hevur enn megnað at dokumentera, at ein full liberalisering av føroyska elmarknaðinum er ein skilagóð loysn. Tað koma bara somu gomlu flosklarnir á borðið, men einki sæst til ítøkiligar útrokningar og tøl, sum kunnu vera við til at gera Føroyar grønar. Flosklarnir hava eittans endamál, og tað er at syndra elskipanina, soleiðis at nakrir privatir kunnu fáa lut í teimum pengum, sum kommunurnar og SEV í dag á skilagóðan hátt leggja til viks fyri at gera Føroyar grønar í einari tryggari tilgongd.

Í hesum sambandi kann eg nevna, at ES longu mitt í 90???unum setti markið fyri eitt mikrosamfelag í elorkuhøpi við 500 GWh um árið. Hesi øki vóru undantikin kapping, tí tey vóru ov lítil. ES heldur enn fast um hetta markið, og alt bendir á, at ES í komandi tíðum eisini fer at seta markið fyri mikrosamfeløg til 500 GWh. ??trokningar vísa, at í 2030 koma Føroyar upp á 600 GWh, um upphiting og flutningur væl at merkja eru flutt yvir á grøna elorku í 2030.

Magni Laksafoss heldur, at so títt og knapt, vit eru farin upp um 500 GWh, so er klárt at liberalisera. So einfaldur er veruleikin kortini ikki, tá talan er um okkara elskipan. Vit liggja einsamøll í Norðuratlantshavi uttan møguleika at keypa elorku frá grannalondunum, og tí noyðast vit at lofta okkum sjálvum, tá ið okkurt ikki gongur, sum tað skal, í elframleiðsluni ella á netinum. Tískil er eisini neyðugt at fara varliga fram, tá broytingar verða gjørdar í føroysku elskipanini.

Magni Laksafoss tykist tíverri at hava start eg blindan í, at tað gongur væl búskaparliga hjá SEV, og tí vil hann syndra hesa tryggu skipan, tí her er helst lættast hjá privatum at fáa hendur á nøkrum milliónum, um tað eydnast. Um Laksafoss veruliga var ein djarvur liberalistur og íverkseti, so fór hann eftir øllum hinum møguleikunum, sum liggja í grønu kósini og orkuskiftinum frá olju til elorku innan upphiting og flutning.

Søla og uppseting av hitapumpum er ein marknaður, sum eingin enn røkir til fulnar, og sum veruliga kundi sett ferð á orkuskiftið. Vindútboð er ein annar møguleiki at vera partur av, og vit hava øll møguleika at gerast elfelagar, sum bæði framleiða til egna nýtslu og til at selja inn á almennu elskipanina. Hví fer Laksafoss ikki í holt við hesi øki, og hví hjálpir hann ikki til í tinginum at fáa differentieraðar elprísir, so vit kunnu løða elbilarnar um náttina. Eg haldi, at vit hava at gera við ein afturúrsigldan liberalist, sum ikki hevur givið sær far um, hvussu umfatandi grøna kósin og orkuskiftið eru, og hvussu alneyðugt tað er at fara fram við skynsemi, samstundis sum vit menna grønu orkukeldurnar og virka fyri orkuskiftinum.

Vinaliga
Bogi Andreasen,
býráðslimur í Tórshavnar kommunu
og fyrrverandi næstformaður í SEV

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder