Tað var næstan sum hjá Galaxy, tá Lakeside skuldi fara frá ???bryggju??? í Oyrum í gjár.
Tað var nógvur vindur eystaneftir og alda, og tá er ofta trupult at bakka frá úti í Oyrum, í gjár eydnaðist tað ikki at sleppa út aftur av Oyrum, tað er fyrstu ferð at tað ikki hevur borið til hjá Lakeside.
Vindurin var av eystri og gav hettar nógvan síðuvind á stýriborðslær. Vatnið er lágt, tí einki regn hevur verið í longri tíð, báturin hjá Likeside liggur tískil nú úti í Oyrum.
??lavur Poulsen umhugsaði at avlýsa túrin í gjár, ella møguliga avlýsa at fara í land í Oyrum, hann visti væl, at avbjóðandi varð at bakka út frá aftur.
Vindurin minkaði ikki sum vónað og eystan royndist munandi verri enn landsyningur.
Ferðafólkini fóru heimaftur til gongu miðvágsmegin, tá tey høvdu fingið sær ein bita.
Síðan í gjár hevur báturin arbeitt seg longri upp og fastari og við veðurforsøgnini: nógvum vindi av eystri og við lækkandi vatnstøðu, so eru ikki útlit at fáa Lakeside heimaftur fyrr enn sunnukvøldið; men ??lavur sigur at báturin liggur væl og hevur ikki fingið nakran skaða.
Stig eru tikin so hattar ikki hendir aftur sigur ??lavur at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald