Vinna

Lágmarksløn

...

2019-01-13 22:14 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Nú 1.januar bleiv minstalønin hjá fiskimonnum hækka heilar 50kr upp í 1100 kr hvønn mynstraðan dag.Men hesa minstuløn rinda fiskimenn saman við reiðarum sjálvir,ein eftir mínum tykki tápulig skipan ídag,nú nýggji aktørurin Rættindahavari er blivin einaráðandi og avgerandi faktorurin í føroyskari fiskivinnu,eisini er hesin ábyrgdarleysur hvat fiskimonnum viðvíkur.
Fiskimenn skullu í framtíðini IKKI - sum nú,vegna vánaligan fiskiskap/fiskaprís,ella onnur viðurskifti ,teir onga ávirkan hava á,
trælabindast av eini minstulønarskipan,sum ídag er ótíðarhóskandi og
fastløst,tískil bert forðar fiskimonnum - í at liva virðiliga - at doyggja í hungri - tí sama er ikki sáttmálabundin.

Tá fortreytin í sáttmálanum - at reiðari/ skipi hevur fiskirættindini er
burtur,er R??TTINDAHAVARIN vorðin snúningskjarnin - sambart lógini um sjófeingi.
Tí er eyðsýnt,at ein ábyrgdarbinding millum fiskimenn og rættindahavarar/reiðarar verur staðfest.
Hesir rættindahavarar skullu IKKI sum nú sleppa at hóreiggja sær sum teimum lystir,uttan ábyrgd og gjaldi - fyri øllum tí arbeiði fiskimenn útinna fyri hesar.

Tí er hóskandi í sáttmála,at fáa staðfest eina LÁGMARKSL??N,har rættindahavari/reiðari sjálvandi skullu gjalda fyri hvønn mynstraðan fiskidag,ið saman við býtisprosentinum av veidda fiski,altíð tryggjar fiskimonnum eina nøktandi/virðiliga hýru fyri tað baks og slit, tað mangan er,at vera í slíkum starvi.

Lágmarkslønin eigur eisini í stóran mun,at gera tað møguligt at hava tvær manningar við fult riknum skipum.Um skip sum td eru í vinnu 300dagar um ári,kunnu hava tvær manningar,vil hetta við teimum arbeiðstíðum sum eru umborð ( 12tímar um døgnið,uttan standby vakt),geva eitt samlað tal av arbeiðstímum uppá einar 1800 tímar um árið.Hetta kann samanberast við árligu arbeiðstímarnar á landi,sum eru knappar 1800 tímar.Eisini kann hetta samanberast við arbeiðstíðirnar,ið sjófólk hava,sum sigla úti.

Har skip ikki eru "fult" rikin,kann skipanin framvegis brúkast við at fevna um meiri enn eitt skip. Ídag eru skip,serliga uppsjóðarskip,verksmiðutrolarar,ið hava sokallaðar forskotskipanir,eisini eru fleiri yvirmenn í øðrum skipabólkum løntir eftir hesi skipan og við hálvari tíð umborð. Um allir fiskimenn hava hendan møguleika umborð á øllum føroyskum fiskiskipum,vilja slíkar umstøður hava við sær:

- At tað verður lætt at fáa tilgongd til vinnuna.
- At fiskimenn fáa betri tíð saman við familjuni.
- At fiskimenn vera meira javnstillaðir viðvíkjandi arbeiðstíðum og
inntøkumøguleikum við fólk,sum sigla úti og eru á landi í Føroyum.
Samanumtikið er hetta við til at tryggja grundarlagið undir okkara høvuðsvinnu.


Axel Hansen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder