Politikkur

Lættari hjá føroyskum bilførarum at koyra vinnuliga í ES

...

2015-12-08 19:06 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Frá mars 2016 verður lættari hjá føroyskum bilførarum, sum koyra vinnuliga í ES. Tað er úrslitið eftir, at Samferðslumálaráðið hevur verið í samráðingum við danskar myndugleikar fyri at finna eina loysn á málinum.

Sambært ES- reglum skulu bilførarar, sum fáast við vinnuligan flutning í ES londum, hava ein ferðskrivara (takograf) í akførunum. Harumframt skulu teir hava eitt serligt førarakort í sambandi við ferðskrivaran.

Slík førarakort kunnu, sum er, ikki latast føroyskum bilførarum, sum fáast við vinnuligan flutning í ES londum.

??rslitið av samráðingum millum Samferðslumálaráðið og danskar myndugleikar er, at danska Trafikstyrelsen, við gildi frá mars mánað næsta ár, kann geva út førarakort til føroyskar bilførarar, sum fáast við vinnuligan flutning í ES- londum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder