ÍSF: Tað verður lættari hjá føroyskum landsliðum at taka lut á tiltøkum, stevnum ella kappingum uttanlands. Ein nýggj stuðulsavtala millum ÍSF og Atlantic Airways hevur við sær, at 15 sersambond undir ÍSF fáa góðar sømdir, tá ið tey ferðast uttanlands á føroyskum veingjum.
-Við stuðulsavtaluni við ÍSF kemur stuðulin frá Atlantic Airways allari føroysku ítróttini til góðar. Seinastu mongu árini hava vit havt gott samstarv við ÍSF. Við hesi avtalu síggja vit fram til framhaldandi gott samstarv næstu tvey árini, sigur Allan Skaalum, sølu- og marknaðarleiðari hjá Atlantic Airways.
Nýggja stuðulsavtalan ger sítt til, at føroyskur ítróttur áhaldandi kann mennast. Fyri ÍSF hevur góða samstarvið við Atlantic Airways seinastu árini havt ovurstóran týdning.
-Vit fegnast um, at møguleikarnar hjá føroyskum landsliðum at ferðast til tiltøk uttanlands eru batnaðir munandi. Stuðulsavtalan hevur ein avgerandi leiklut í at styrkja føroyska landsliðsarbeiðið, og betra um møguleikarnar hjá føroyskum ítróttarfólkum at umboða og marknaðarføra Føroyar úti í heimi, sigur Petur Elias Petersen, forseti í ÍSF.
Stuðulsavtalan er galdandi komandi tvey árini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald