2015-05-29 22:00
Nú er lættari at koma nærri Trøllkonufingri hjá fólki, sum ikki eru so væl gongd.
Vága kommuna hevur gjørt brúgv um Skorðagil, so nú er væl gangandi út á Skorðagarðar, har frítt útsýni er til Trøllkonufingur.Ein fínur gongutúrur er at ganga út eftir Traðarvegnum og út á Skorðagarðar, og har njóta tað stórbæru og samstundis friðsælu náttúru, har er, við einum fantastiskum útsýni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald