JN

Lættari at gerast limur í Felagnum Føroysk Marknaðarfólk

...

2015-04-29 16:11 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Felagið Føroysk Marknaðarfólk er áhugafelag fyri fólk, ið arbeiða innan marknaðarføring í Føroyum. Talan er um eitt forum, har fólk innan hesa vinnugrein kunnu savnast, kjakast, netverka, deila felagsvitan og vinna sær íblástur. Felagið hevur á aðalfundi broytt limagjaldið, so tað skal gerast lættari hjá smærri fyritøkum at gerast limir í áhugafelagnum. Nýggj nevndin er somuleiðis sett, og í henni sita John Syderbø, Bo Møller, Eiler Fagraklett og Laila Hentze. 

Fjølbroytt virksemi Seks ferðir um árið verður skipað fyri marknaðartorgi við serfrøðingum, case stories og kjaktorgi fyri limunum. Eitt nýtt og tíðarhóskandi evni verður viðgjørt hvørja ferð. Í ár verða millum annað hesi evni viðgjørd: Instagram, Snapchat og aðrir nýggir sosialir miðlar, upphavsrættur og skeið í videoklipping. Í heyst er ætlanin at skipa fyri felagstúri til Festival of Marketing í London. Við ársenda verður eisini skipað fyri virðislønarhandan og ársveitslu fyri vinnuni. Limir fáa harumframt fakblaðið Marknaðarrákið sendandi fimm ferðir um árið. 

Lættari at gerast limur í felagnum Á aðalfundinum hjá Felagnum Føroysk Marknaðarfólk herfyri, varð samtykt at broyta verandi limagjald, nú fleiri smærri fyritøkur og einstaklingar, hava víst áhuga fyri felagnum. Limgjøld verða bólkað eftir umsetninginum hjá fyritøkuni, sum marknaðarfólkið starvast hjá. Einstaklingar kunnu eisini gerast limir í felagnum. Árliga limagjaldið eru nú soljóðandi (allir prísir uttan mvg): 

??? Yvir 50 mió. kr. í umsetningi (20.000 kr.) 

??? 25-50 mió. kr. í umsetningi (10.000 kr.) 

??? Undir 25 mió. kr. í umsetningi (5.000 kr.) 

??? Einstaklingar uttan vinnuligt virksemi (2.000 kr.) 

Nýggir limir kunnu venda sær til Gallup Føroyar fyri at søkja um limaskap. Gallup Føroyar tekur sær av allari fyrisitingini hjá felagnum, tí royndir ofta vísa, at uttan eina vælvirkandi miðfyrisiting, detta líknandi feløg niður fyri aftur.  

Nevndin hevur skipað seg Eftir ársins aðalfund, hevur nýggja nevndin skipað seg soleiðis: Eiler Fagraklett (marknaðarfólk hjá Tryggingarfelagið Føroyar og Betri pensjón) er formaður og Bo Møller (marknaðarleiðari hjá FK) og John Syderbø (marknaðarleiðari í BankNordik) eru vanligir nevndarlimir. Laila Hentze (Gallup Føroyar) er sett sum skrivari og samskipari hjá bæði nevndini og felagnum. Nevndin situr eitt ár í senn. 

Hvat er eitt marknaðarfólk? Marknaðarfólk er eitt felagsheiti fyri fólk, sum arbeiða við marknaðarføring. Hetta eru til dømis fólk, ið arbeiða á marknaðardeildum, marknaðarleiðarar, søluleiðarar, samskiparar, ráðgevar og líknandi. Talan er tó ikki um lýsingarstovur, miðlar og aðrar veitarar hjá vinnuni, sum longu hava onnur líknandi feløg.   

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder