Lýsing

Lærarastørv og stuðulsstarv í Sørvágs skúla

...

2018-05-17 15:23 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Søkt verður eftir 6 lærarum til Sørvágs skúla.

1 lærara í fast fulltíðarstarv frá 01.08.2018.

3 lærarum í tíðaravmarkað fulltíðarstarv skúlaárið2018/19 vegna farloyvi.

1 lærara í tíðaravmarkað fulltíðarstarv frá16.08.2018 til 30.04.2019 vegna farloyvi.

1 lærara í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2018/19vegna lækkað tímatal, tímar til serligan tørv og til avlopstímar.Talan er umniðursett tímatal. Endaliga tímatalið verður ásett eftir 1. september 2018..

Okkum tørvar lærarar, sum kunnu undirvísa ígrunddeild, miðdeild og hádeild.

Vit sóknast eftir telduvørði, sum er røkin ognærlagdur, og eftir lærarum, ið kunnu átaka sær flokslærarauppgávuna.

Annars sóknast vit eftir lærarum, sum kunnuundirvísa í:     

Føroyskum ??? donskum - enskum ??? støddfrøði ??? alisog evnafrøði - náttúru og tøkni - ítrótti ??? svimjing - handaverk og list ???lívfrøði ??? kristni ??? søgu ??? landalæru.

Tey,ið sett verða skulu:

·        Vera fyrikomandi og hava jaliganhugburð mótvegis næmingunum

·        Hava áræði at taka ábyrgd

·        Duga at samstarva í toymum

·        Virka í professionellum lærandifelagsskapi (PLF)

 

Førleikakrøv:Læraraútbúgving og førleika í viðkomandi lærugreinum.

 

Størviniverða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, sum settur verður, ertænastumannasettur frammanundan.

 

Lærarastørvinieru lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið ílønarflokki 18.1 ??? 29.2

 

Nærrikunning um størvini fáast við at ringja til Jóhannis Joensen, skúlastjóra, átel. 233221. Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu stílasttil Sørvágs skúla, Skúlavegur 13, 380 Sørvági ??? [email protected]- og verða skúlanum í hendi í seinasta lagi mikudagin      30.05.18 kl. 12.00.

_________________________________________________

 

Í Sørvágs skúla ganga 182 næmingar í 1. til10. flokki. 17 lærarar og 1 námsfrøðingur starvast í skúlanum.

Starvsfólk skúlans hava fyrireikingarhøli viðegnum skriviborði og egnari farteldu.

Ein skúli við serbygdum tónleikahølum,svimjihøll, serhølum og samvirknum talvum. Skúlin er nýliga uppstigaður á øllumøkjum. Vit arbeiða alsamt við at bjóða næmingunum fleiri undirvísingartilboð. Íhesum sambandi samstarva vit við hinar skúlarnar í vesturøkinum.

Eitt serskúlatilboð, Pallurin, er staðsett áskúlanum, Hetta til tess at allir næmingar í Vágum fáa nøktandi skúlatilboð.Tilboðið er ætla at hýsa um 9 næmingum, 2 lærarar og 1 námsfrøðingur eru knýttat sertilboðnum.

 

Aðalmál: Fakligheit - kreativitetur - trivnaður

 

 

Virðisgrundarlagskúlans:

 

Eg vil - Eg dugi - Eg kann

Her hava vit virðingfyri okkum sjálvum og øðrum !

Her er opiðog mennandi samstarv millum heim ogskúla !

Her er undirvísingin viðkomandi og avbjóðandi !

Í okkara skúla skulu øll hava møguleikar atlæra !

Máliðer læring, menning, trygd

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder