Søkt verður eftir 4 lærarum til Sørvágs skúla.
Talan er um 1 fast starv at seta frá 1. august 2016. 2 tíðaravmarkaði størv fyri skúlaárið 2016/17 og 1 starv fyri lærara í farloyvi fram til 1. mai 2017.
Okkum tørvar lærarar, sum kunnu undivísa í grunddeild, miðdeild og hádeild.
Vit søknast eftir telduvørði, sum er røkin og nærlagdur og eftir lærarum, ið kunnu átaka sær flokslærarauppgávuna.
Annars søknast vit eftir lærarum sum kunnu undirvísa í: føroyskum - donskum ??? enskum ??? støddfrøði ??? alis/evnafrøði - náttúru/ tøkni ??? landalæru ??? søgu ??? lívfrøði ??? kristni ??? handverk/list ??? svimjing/ítrótti og smíð.
Tey, ið sett verða skulu:
· vera fyrikomandi og hava jaligan hugburð mótvegis næmingunum
· hava áræði at taka ábyrgd
· duga at samstarva
Førleikakrøv: Læraraútbúgving og førleika í viðkomandi lærugreinum.
Starvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur frammanundan.
Lærarastarvið er lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 18.1 ??? 29.2
Nærri kunning um starvið fast við at ringja til Jóhannis Joensen, skúlastjóra, á tel. 233221, ella Eyð Niclasen, varaskúlastjóra, á tel. 233222.
Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu stílast til Sørvágs skúla, Skúlavegur 13, 380 Sørvági ??? [email protected] - og verða skúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 27.05.2016 kl. 12:00.
_________________________________________________
Í Sørvágs skúla ganga 171 næmingar í 1. til 10. flokki. 16 lærarar og 1 námsfrøðingur starvast í skúlanum.
Starvsfólk skúlans hava fyrireikingarhøli við egnum skriviborði og egnari farteldu.
Ein skúli við serbygdum tónleikahølum, svimjihøll, serhølum og samvirknum talvum. Skúlin er nýliga uppstigaður á øllum økjum. Ein prýðilig Marghøll, har børnini eta og samlast, er miðdepilin í skúlanum. Nýggj matarskipan er júst farin av bakkastokki. Vit arbeiða alsamt við at bjóða næmingunum fleiri undirvísingartilboð. Í hesum sambandi samstarva vit við hinar skúlarnar í vesturøkinum.
Virðisgrundarlag skúlans: Eg vil - Eg dugi - Eg kann
Her hava vit virðing fyri okkum sjálvum og øðrum !
Her er opið og mennandi samstarv millum heim og skúla !
Her er undirvísingin viðkomandi og avbjóðandi !
Í okkara skúla skulu øll hava møguleikar at læra !
Málið er læring, menning, trygd, og trivni. Áhugi elvir til læring
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald