Politikkur

Lærarafelagið: Uppskotið um broytingar í Barsilsskipanini ikki nóg víttgangandi

...

2013-11-22 15:21 Author image
placeholder

 Føroya Lærarafelag hevur havt uppskotið um broytingar í Barsilsskipanini til viðmerkingar. Í høvuðsheitinum er talan um broytingar, sum felagið tekur undir við, men samstundis er tað okkara greiða støða, at uppskotið í fleiri førum ikki er nóg víttgangandi, og fíggjarligu ásetingarnar um eftirlønargjaldið gera, at útgjaldið minkar í framtíðini. Hesum kunnu vit als ikki taka undir við. 

 

Barsilsfarloyvi til pápan § 1, stk. 2
Sambært § 1, stk. 2 hevur pápin rætt til 6 vikur barsilsfarloyvi við útgjaldi eftir barnsburð. Tað hevur stóran týdning fyri barnið og familjuna, at pápin er meira saman við nýfødda barninum. Hetta hevur eisini stóran týdning fyri javnstøðuna millum kynini, og Lærarafelagið tekur av fullum huga undir við, at pápar fáa víðkaðan rætt til barsilsfarloyvi, men spurningurin er um rætta loysnin er, at lata allar 6 vikurnar fella burtur, um pápin ikki fer í barsilsfarloyvi. Ásetingin kann kennast sum ein óneyðugur tvingsul. Í nøkrum førum hava pápar snøgt sagt ikki møguleika at fara í barsilsfarloyvi, og tá er ein millumloysn við, at t.d. 3 vikur fella burtur betur hóskandi.

 

Tíðarskeiðið § 9
Sambært § 9, stk. 1 fær kvinna rætt til barsilspening í 33 vikur innan 39 vikurnar eftir barsil. Hetta er ein vøkstur uppá 3 vikur. Hetta er ein góður bati, men havandi í huga, at flestu kvinnur eru í barsil uttan løn í long tíðarskeið, ofta fleiri mánaðir, er tað okkara fatan, at batin er alt ov lítil. Vikutalið skuldi heldur verði broytt til uml. 40 vikur. Tað hevði givið størri fíggjarligan frið í familjuni, so størri orka var at taka sær av barninum.

 

Eftirlønarinngjaldið § 14b
Lærarafelagið hevur í fleiri umførum havt umrøðu av spurninginum um eftirløn í sambandi við barsilspening. Vit taka undir við, at eftirløn verður veitt kvinnum, sum eru í barsilsfarloyvi, men vit kunnu als ikki taka undir við, at eftirlønargjaldið, sbrt. § 14b, stk. 2, verður drigið av upphæddini, ið løntakari hevur rætt til. Sjálvandi skal eftirlønargjaldið veitast umframt verandi gjald, annars verður úrslitið eftir fáum árum, at mánaðarliga útgjaldið fellur undir alt lágmark. Í verandi lóg er eitt hægstamark sett fyri útgjaldinum. Hægstamarkið, eftir at frítíðarløn er tikin av, er kr. 22.321 um mánaðin. Avleiðingin av verandi uppskoti er, at innan fá ár endar útgjaldið niðri á kr. 18.973 um mánaðin fyri tey, sum eru frægast fyri í skipanini. Hetta kann Lærarafelagið ikki góðtaka. Havast skal eisini í huga, at útgjaldið ikki er prístalsviðgjørt, og tí minkar lutfalsvís við veksandi prísum.


Politikkarar tosa aftur og fram og upp og niður um fallandi barnatal. Samstundis kemur Almannamálaráðið fram við einum uppskoti, sum yvir eitt tíðarskeið setir mánaðarliga barsilsútgjaldið niður. Her er ongin samanhangur millum orð og gerðir. Um tað er nakað, sum kann økja um føðitíttleikan í Føroyum, so er tað betri fíggjarlig viðurskifti fyri tey, sum eiga børn. § 14b, stk 2 gevur í hvussu er ikki kvinnum størri hug at eiga børn. Vit skulu eisini minnast til, at hesar kvinnur ofta arbeiða niðursetta tíð, og at tær tí frammanundan eru ein veikur eftirlønarbólkur. Almenna skipanin eigur at hjúkla um tær fíggjarliga. Tær eru framtíð Føroya.

 

Nýggja skipan
Barsilsskipanin er partur av landskassaroknskapinum. Hetta kann skapa bæði fyrimunir og vansar. Yvirskotið í Barsilsskipanini seinastu árini er farið í landskassan, í staðin fyri at koma foreldrunum í barsil til fyrimunar. Peningurin er kravdur inn við tí fyri eyga at vera brúktur til barsilskipanina, og eftir okkara fatan er landsstýrið farið út um sínar heimildir við at brúka peningin til annað enn hann sbrt. lóg er ætlaður til. Hetta reisir spurningin antin skipanin er røtt ella ikki. Fíggjarliga er ALS-skipanin skild frá landskassanum. Fyri arbeiðstakaran er ein fíggjarlig trygd í hesi skipan, og okkara fatan er, at landsstýrið átti at broytt Barsilsskipanina á líknandi hátt. Vit eiga at hava trygd fyri, at inngjaldið til Barsilsskipanina verður brúkt til tær familjur, sum eiga børnini. Tað er ein avgerandi fyritreyt fyri at fáa fólkavøkstur í Føroyum, at vit skipa Barsilsskipanina soleiðis, at tað í nógv størri mun enn higartil er ein fíggjarligur fyrimunur at eiga børn. Hetta kann gerast við at skipa Barsilsskipanina sum eina sjálvstøðuga eind, so løntakarar vita, at inngjaldið í skipanina fer til endamálið. Hetta vil eisini gera tað lættari at broyta inngjaldið eftir tørvi, tí arbeiðstakarin veit, at inngjaldið fer til endamálið og er við til at tryggja framtíð Føroya.

 

v/ Føroya Lærarafelag

Herálvur Jacobsen, formaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder