Vinna

Lækking av bussprísum umborð á Smyrli

...

2017-04-12 12:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fyri at betra um umstøðurnar hjá ferðavinnuni í Suðuroynni, hava Strandfaraskip Landsins í samráðivið Henrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum gjørt av at lækka prísirnar fyri bussar, ið ferðastvið Smyrli. 

Frameftir verða hesir prísir teir somu sum á hinum sjóvegis farleiðunum hjá Strandferðsluni, og taðer eftir eina lækking á 30% fyri allar støddir av bussum. Teir størstu bussarnar, omanfyri 15 metrar,fara t.d at at rinda 765 krónur ístaðin fyri 1.100 krónur. 

???Fólk í ferðavinnuni hava ofta gjørt vart við, at prísurin fyri bussar við Smyrli er ov høgur, oglækkingin er tí ein byrjan upp á at betra um ferðavinnuvirksemið í oynni???, sigur Henrik Old,landsstýrismaður. 

Príslækkingin kemur í gildi 1. mai 2017.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder