Innflutningurin fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar í ár er 4,1 mia.kr., sum er 300 mió. kr. minni enn í fjør.
Tað er serliga tann lægri oljuprísurin, sum ávirkar samlaða innflutningin. Tað sæst í innflutninginum á brennievni, ið er minkaður við 244 mió. kr.
Innflutningurin av maskinum og amboðum er minkaður næstan 100 mió. Tað skyldast partvís, at í fjør blivu innfluttar nógvar vindmyllur, og tað sæst so aftur nú. Eisini er minni innflutt av skipum, har vit í ár bert hava innflutt fyri 43 mió, móti 124 mió. í fjør.
Innflutningurin av akførum er framvegis vaksandi. Seinnu árini er innflutningurin av bilum vaksin nógv og setir nú met fyri fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar við 286 mió. kr. Frammanundan var størsti innflutningurin av akførum fyri sama tíðarskeið í 2007 við 264 mió. kr. Minst var innflutningurin fyri sama tíðarskeið í 2009 við 69 mió. kr.
Tað er eisini innflutt meiri av rávøru til fiskavirking, og innflutningurin av byggitilfari og tilfari til hav- og landbúnað er eisini vaksin eitt sindur.
Brennievni: nøgdin stendur í stað, meðan prísurin sveiggjar
Innflutningurin av brennievni er rættuliga støðugur. Í dag innflyta vit áleið somu nøgd sum fyri 10 árum síðan, um 200 tús. tons fyri fyrstu 3 árfjóðringarnar.
Í virði er tó munandi størri munur á, hvat vit innflyta tey einstøku árini. Frá 2009 til 2012 fór innflutningurin úr 488 mió. kr. upp um eina milliard - meir enn ein tvífalding eftir trimum árum.
Síðani er prísurin á olju lækkaður munandi aftur, og higartil í ár hava vit innflutt fyri 655 mió. kr., og er tað ein minking á 36% síðan 2012.
Innflutningshagtølini, dagførd og útgreinað, eru at finna í hagtalsgrunninum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald