Politikkur

Kynsligur ágangur ímóti børnum

...

2015-08-24 00:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Er tað nakar óndskapur, sum einki samfelag nakrantíð skal góðtaka ella bera yvir við, so er tað harðskapur ímóti børnum.

Ongin umberin ella frágreiðing er brúkilig, tá ið tað snýr seg um undanførslur fyri gera seg inn á børn, hvørki likamliga ella sálarliga.

Tann ið ger seg inn á eitt barn, ger ein óbótaligan skaða inn á eitt verjuleyst menniskja; eitt av okkara smáu næstum, sum vit vaksnu eiga at verja og hjúkla um.

Ongin undanførsla um" at barnið vildi tað sjálvt", ella " legði upp til tað sjálvt" kann nakrantíð góðtakast, tí hettar er einki annað er sjúkar umberingar, úr einum sjúkum heila.

Í mong hevur tann sjálvbodni felagsskapurin KRIS, gjørt eitt megnar arbeiði, bæði við upplýsing og viðgerðar tilboðum, fyri at koma hesum ósjónliga devulskapi til lívs.

Skilji á fakfólki innan umsorganarøki, at hettar sjálvbodna arbeiði, ikki kann virðismetast nóg høgt, hvørki í peningi ella á annan hátt.

Lat okkum øll, uttan atlit til polittiskan lit, lova hvørjum øðrum, at vit standa saman um KRIS, og aðrar líknandi felagsskapir, í komandi tíðum, bæði við fíggajrligum stuðli, og vælvild annars.

Vit hava ikki ráð, at lata verða.

Gott val

Michael Dalbø

Valevni Fólkaflokksins???

Les fleiri lesarabrøv her.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder