Ítróttur

Kyndilsvenjarar halda fram næsta ár

...

2016-04-06 06:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Julian Johansen og Bárður Johannesen, sum hava vant 1. manslið hjá Kyndli hetta kappingarárið, halda fram sum venjarar næsta kappingarár. Tað ger Kristian Martin Joensen, kropsligur venjari hjá 1. mansliði, eisini. Teir tríggir hava havt eitt fyrimyndarliga gott samstarv innanhýsis og við spælarahópin annars, og tí var ongin ivi um, at teir skuldu halda fram. Nevndin fegnast um, at teir tríggir taka eitt tørn aftrat, og at útlit eru til, at á leið sami hópur verður tøkur næsta ár. Kyndilsmenn hava vunnið á øllum liðum í landskappingini í ár og eru enn við í stríðnum um at røkka FM-finalum, tó at møguleikin er lítil, tí nógv besta møguleikan at spæla um FM ímóti H71 hevur VÍF, tað skrivar heimasíðan hjá Kyndli.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder