2017-09-06 19:21

Kyndilskvinnur halda áfram har tær sleptu seinasta kappingarár. Tær vunnu í kvøld dystin um Lionsbikarið móti Neistanum 24-22, eftir 11-10 í hálvleikum.
Kyndil vann sær eina 4-5 máls leiðslu um miðjan seinna hálvleik og megnaðu neistakvinnur aldrin rættiliga at svara aftur og var hetta serliga Maju í kyndlamálinum at takka. Hjartaliga tillukku Kyndil, tað skrivar HSF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald