JN

Kyndilskvinnurnar skulu í finalurnar

...

2015-09-21 14:11 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í samband við, at nýtt kappingarár í Hvonndeildini er byrjað, hava vit sett Andreas F. Hansen, venjara hjá kyndilskvinnunum nakrar spurningar, Andreas sigur at málsetningurin er at koma í finalurnar.

Fyrsti dysturin hjá Kyndli verður ímóti grannunum í Havn - Neistin - dysturin verður komandi sunnudag kl. 14.30 í Høllini á Hálsi.


Hvat vænta tit av kappingarárinum?

Vit vænta eina sera javna kapping, við 6 lið sum kunna taka stig frá hvørjum øðrum. Onki lið er prugelknabe í ár.

Hvat er tykkara mál?

Málið er minimum tað sama sum í fjør, tá vit fingu silvur bæði í lands- og steypakappingini.

Hvat er tykkara besta vápn?

Ágrytni/ágangandi spæl.

Hvørji lið vænta tit fara, at kappast um FM-heitið?

Vit vænta, at mest sum øll liðini kunna kappast um finaluplássini, men vit vilja sjálvandi verða annar parturin í finalunum.

Hvussu sær tykkara hópur út?

Nakað tað sama sum í fjør; 4 ungar leikarar eru komnir afturat hópurin fyri at mennast.

Vit hava mist Tommu Petersen, sum er við barn og Onnu Sofíu H. Mohr, sum er givin.

Hesar eru komnar í hópin afturat:

Maja Dragoljubovic, málmaður úr Serbia

Beinta Bárðadóttir, g17

Hanna Hansen, g17

Vár H. Thomsen, g17

Magna Tórðadóttir, g17

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder