2014-12-04 03:47
StÍF tók í kvøld ímóti Kyndli á Skála, Kyndil lá og liggur næstfremst í Atlantic Airwaysdeildini, ímeðan StÍF lá og liggur næstaftast í kappingini. Kyndil vann dystin27-35 eftir at støðan í hálvleikinum var 9-16 til Kyndil.
Tað vóru annars strandingar, sum byrjaðu betri, teir førdu ú 7. minutti 5-3, men so kom gongd á hjá havnarmonnum - Kyndil fekk 6 mál ímeðan StÍF einki fekk og støðan í 16. minutti var 5-9 til Kyndil, hálvleiksstøðan gjørdist 9-16.
Seinni hálvleikur var meira javnur, Kyndil vann seinna hálvleik 18-19.
Hjá StÍF fekk Kjartan Johansen flest mál, hann fekk 7 og næstflest fekk Sveinur Justinussen, sum fekk 5 mál.
Hjá Kyndli fekk Høgni Klein Olsen flest mál, hann fekk 6 mál, tað vóru 3 leikarar hjá Kyndli, sum fingu 5 mál, teir vóru: Andrias B. Sólsker, Birgir Poulsen og David Edvardsen.
Kyndil: Hans Arni B. Thomsen, Andrias B. Sólsker 5, Josef Abrahamsen 1, Julian Johansen 3, Birgir Poulsen 5, Høgni Klein Olsen 6, David Edvardsen 5, Mladen Mjerimadea, Finnur Hansson 4, Sakaris Ludvík Súnason 2, Rógvi Dal Christiansen 1, Bjarni Sørensen 2 og Frank B. Askildson 1.
Støður:
5. min. 4-2
10. min. 5-4
15. min. 5-7
20. min. 6-10
25. min. 8-14
30. min. 9-16
35. min. 11-20
40. min. 14-23
45. min. 17-26
50. min. 20-28
55. min. 23-32
60. min. 27-35
Áskoðarar: 120
Dómarar: Daniel Rapa og Ragnar Simonsen
Støðan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald