Ítróttur

Kyndil vann grannauppgerðina ímóti H71

...

2013-10-26 22:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í dag hevur ein dystur veri í Atlantic Airways deildini, Kyndil tók ímóti granninum úr Hoyvík. Tað gjørdist ein javnur og spennandi dystur, við fáum málum - Kyndil vann 23-20 eftir hálvleikstøðuna 11-9. Kyndil hevur nú 6 stig fyri 5 dystir, ímeðan H71 hevur 4 stig eisini fyri 5 dystir.

Kyndil: Jan Pauli Johannesen, Mladen Mjerimacka, Daniel Dahl-Olsen, Hans A. Thomsen eina útvísing, Andrias Sólsker, Josef Abrahamsen 5 mál og eina útvísing, Janus Einar Sørensen 1 mál og eina útvísing, Høgni Klein Olsen, Hjalti Bachmann 3 mál,Torvald Abrahamsen, Finnur Hansson 2 mál, Bjarni Sørensen 3 mál og eina útvísing, Wien Zachariasen eina útvísing ogDavid Edvardsen 9 mál og eina útvísing.

H71: Ári Dam, Tórhaldur Kousker, Høgni Olafson Rúni Højgaard 2 mál, Bogi G. Davidsen 4 mál, Hanus Norðberg 1 mál, Esbern Patursson, Birgir Poulsen 1 mál, Jóans Djurhuus 4 mál og eina útvísing, Bogdan Florea 1 mál og eina útvísing, Sigmundur Dahl tvær útvísingar, Sigmundir Nolsø 1 mál, Hallur Biskupstø 2 mál, Tróndur Arge 3 mál og Djóni Højgaard 1 mál.

Støður:

5. min. 1-0

10. min. 3-1

15. min. 5-3

20. min. 8-5

25. min. 10-6

30 min. 11-9

35. min. 14-10

40. min. 18-15

45. min. 19-16

50. min. 20-17

55. min. 22-17

60. min. 23-20

Dómarar: Dánjal Samulsen og Uni Wardum

Áskoðarar: 150


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder