Ítróttur

Kyndil vann á H71

...

2016-04-03 16:41 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Kyndil tók í dag móti H71 í FTZ-deildini hjá monnum.

H71 fekk flúgvandi byrjan, og áðrenn Kyndil hevði vent sær, hevði H71 fingið sær eina trý málsleiðslu. Kyndil royndi at minkað um hana, og komu eisini niður á eitt mál við støðuni 10-11 eftir 20. min. Hálvleiksstøðan var 14-16 til H71.

Seinni hálvleikur leikaði javnt á, men tá ið 10. min restaðu í, kom Kyndil uppá javnleik 21-21. Kyndil vann dystin 29-27.

Kyndil: Hans Arni B. Thomsen, Josef Abrahamsen 2, Hanus H. Johansen 2, Høgni Klein Olsen, David Edvardsen 6, Jan Pauli T. Johannesen, Tórür S. Guttesen 1, Torvald Abrahamsen, Finnur Hannson 9, Jóni G. Viderø, Tróndur Wardum, Bjarni Sørensen, Bartal Klein Olsen 1, Hjalti M. Jacobsen 5, Hørður Fannar Sigtórsson 2 og Bárður Johannesen 1.

H71: Ári Dam, Tóraldur Kollsker, Johann Hoftegaard, Rúni V. Højgaard 5, Pætur Thomsen 4, Hans Kári Hansen, Sigmundur Dahl 1, Sigmundur Nolsø 3, Andor Sivertsen 3, Jónas Djurhuus, Peter Krogh 6, Hilmar Leon Jacobsen 4, Poul S. Niclasen og Oddur Bech 1.

Støður: 

5. min. 0-3

10. min. 4-7

15. min. 7-9

20. min. 10-11

25. min. 11-14

30. min. 14-16

35. min. 17-18

40. min. 18-19

45. min. 19-21

50. min. 21-21

55. min. 24-23

60. min. 29-27

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder