Ítróttur

Kyndil vann 31-22 á Neistanum

...

2016-03-17 23:49 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ein dystur var í FTZ-deildini í kvøld, Kyndil tók móti Neistanum.

Neistin fekk eina flúgvandi byrjan uppá dystin, og longu eftir 10. minuttir vórðu teir bláu á odda 3-7, fingu so økt leiðsluna upp til 5-11 eftir 20. minuttir, men so steðgaði upp, og Kyndil kundi fara til hálvleiks við støðuni 13-12.

Kyndil koyrdi sama spæl, sum móti endanum av seinna hálvleiki, og tá seinni hálvleikur var 10. minuttir gamal vórðu teir grønu á odda 19-14. Kyndil vann dystin 31-22, og eru nú aftur á 3. plássi í FTZ-deildini.

Kyndil: Hans Arni B. Thomsen, Josef Abrahamsen 5, Hanus H. Johansen, Høgni Klein Olsen 4, David Edvardsen 2, Jan Pauli Toft Johansen 1, Tórður S. Guttesen, Finnur Hannson 6, ??lavur av Fløtum Reginson, Jóni G. Viderø, Bjarni Sørensen 5, Bartal Klein Olsen 1, Hjalti Mohr Jacobsen 7, Hørður Fannar Sigtórsson og Bárður Johannesen.

Neistin: Bjørn M. Mohr, Nicholas Satwell, Julian Lava, Rói B. Hansen 4, Sjúrður K. Thomsen, Herbjørn Lava 5, Pætur Mikkjalsson 1, Hjalti í Jákupsstovu 3, Torkil M. Hentze 2, Terji Mørk 2, Jónsvein Dulavík, Teis H. Rasmussen 5 og Rasmus Muller.

Støður: 

5. min. 2-3

10. min. 3-7

15. min. 4-8

20. min. 5-11

25. min. 8-12

30. min. 13-12

35. min. 18-13

40. min. 19-14

45. min. 21-15

50. min. 26-19

55. min. 29-20

60. min. 31-22

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder