Kyndil tók í dag ímóti føroyameistarunun úr Kollafirði. Fyri KÍF var dysturim meira avgerandi enn fyri Kyndil, at náa FM-finaluni. Tað sást eisini beinanvegin at bæði liðini vildu vinna - tey løgdu nógv fyri.
Fyrstu 20 minuttirnar skiftust liðini at liggja omaná, men tá ið farið var til hálvleik vísti máltalvan 12-10 til Kyndil. Í seinna hálvleiki helt Kyndil eisini fast um leiðsluna, hóast KÍF gjørdi fleiri royndir at fáa leiðsluna í dystinum. Kyndil vann 29-26 og heldur fast um 2. plássið í Atlantic Airwaysdeildini við 17 stigum fyri 13 dystir, KÍF liggur hinvegin á 5. plássi, teir hava enn 11 stig.
Kyndil visti betri spæl enn KÍF - KÍF liðið gjørdi alt ov nógvar tekniskar feilir í dystinum. Hjá KÍF fekk Toni Weyhe reytt kort í 25. minutti, tað hevði eisini sína ávirkan á úrslitið.
Kyndil: Jan Pauli T. Johannesen, Hans Arni B. Thomsen, Andrias B. Sólsker 1, Josef Abrahamsen, Julian Johansen 3, Birgir Poulsen 2, David Edvardsen 9, Tórður S. Guttesen, Finnur Hansson 4, Ludvík Súnason 1, Rógvi Dal Christiansn 2, Bjarni Sørensen 2, Rúni Olsen og Frank B Askildsen.
KÍF: Pætur H. Skýlindal, Kristoffer Karlsson, Jesper Joensen, Andrias Nielsen 7, Janus Jakobsen 2, Tony Weyhe, Teitur Joensen 1, Hjalti H. Matras, Poul Finnur Egholm 6, Arnbjørn Hansen, Hans Eli Sigurðbjørnsson 1, Nicklas Selvig 3, Fríði Weyhe 3, Jákup Trygvason, Ási Dam 3 og Vilhelm Magnussen.
Støður:
5. min. 2-1
10. min. 4-4
15. min. 6-6
20. min. 6-7
25. min. 10-8
30. min. 12-10
35. min. 15-13
40. min. 18-15
45. min. 20-15
50. min. 24-20
55. min. 26-24
60. min. 29-26
Onnur úrslit frá vikuskiftinum:
VÍF - Team Klaksvík 40-27
H71 - StÍF 30-25
Støðan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald