2015-03-08 02:14
Botnliðið í Atlantic Airways-deildini tók í kvøld móti Kyndli. Kyndil berjist fyri einum FM-finalu plássi, og hevði tí bert eina skyldu at gera í Klaksvík, tað var at fáa tvey stig aftur til Havnar.
Tað vóru eisini teir grønu úr Havn, ið komu best frá byrjan, eftir 10. min. var støðan 2-4 til Kyndil. Hálvleiksstøðan var 7-11 til Kyndil.
Kyndil kom flúgvandi út til seinna hálvleik, eftir 9. min. av seinna hálvleiki, høvdu teir longu fingið 9 mál, samstundis sum Team Klaksvík bert hevði fingið 4 mál. Kyndil vann dystin 29-21
Besti skjútti hjá Team Klaksvík var Samal á Tjaldrafløtti við 9 málum, og hjá Kyndli var tað David Edvardsen, sum eisini fekk 9 mál.
Støðan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald