Ítróttur

Kyndil vann 28-10 á Søljuni - myndir

...

2014-11-02 00:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Søljan tók í kvøld ímóti greipuvinnarnum úr Kyndli. 

Dysturin byrjaði javnt, men tað var tó gestirnir úr Havn, sum løgdu seg á odda. Søljan royndi at hanga í, og málmaðurin hjá Søljuni, Kristina Griksaite, sum kom til Søljuna úr Kyndli, átti ein stóran leiklut í at Kyndil ikki slapp at renna frá Søljuni. Kristina tók fleiri 100% málmøguleikar frá Kyndladaminum. Men tað var ikki bara Kristina, sum gjørdi at Søljan var so væl við frá byrjan, tað kunnu tær grønu úr Havn eisini takka sær sjálvum fyri, tí tær gjørdu ótrúliga nógvar tekniskar feilir. Tað gjørdi heimaliðið eisini, men tó ikki líka nógvar, sum Kyndil. Hálvleiksstøðan var 7-13.

Sofus og Andreas venjarnir hjá Kyndli, mugu hava tosa við stórum bókstøðum í hálvleikinum, tí tað var eitt heilt annað Kyndils lið, sum vit sóu koma út á vøllin í seinnahálvleiki. Tær minkaðu stórt um teknisku feilirnar hjá sær, og høvdu eina góða verju, tað skuldi ganga 10. min. áðrenn Søljan fekk nakað mál. Tá var støðan 8-18. Frá málið 9 til 10 hjá Søljuni skuldi ganga 16. min. Tá Kyndil setti ferð á í seinnahálvleiki, orkaðu tær gulu úr Sandavági ikki at fylgja við, og so gjørdu tær eisini nógv fleiri tekniskar feilir í seinnahálvleiki enn í fyrra.

Les eisini, hvat Ásbjørn metti um dystin við at trýsta her.

Søljan: Kristina Griksaite, Una á Steig, Arnleyg Haraldsen 2, Hertha Simonsen 4, Petra Thomassen 1, Oddvør Lauritsen, Nadja Johannesen, Rannvá Briansdóttir 1, Olivia Kruse, Jóhanna Kjartansdóttir, Rebekka Johannesen 2 og heidi H. Prior.

Kyndil: Tomma Petersen, Barbara Midjord 1, Jórun S. Ludvig, Bára K. Hansen 4, Anna Sofía H. Mohr 2, Ásleyg Sunadóttir 4, Bjarta O. Johansen 2, Anna Brimnes 10, Turið A. Samuelsen 2, Sanna Gunnarstein og Randi S. Wardum.

Støðan ígjøgnum dystin:

5. min. 0-2

10. min. 2-4

15. min. 3-6

20. min. 5-9

25. min. 6-11

30. min. 7-13

35. min. 7-16

40. min. 7-18

45. min. 9-20

50. min. 9-24

55. min. 9-27

60. min. 10-28

Dómarar: Helgi Hoydal og Sigmundur Dahl.

Áskoðarar: 90.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder